Námsfrøðingur millum gøtubørn í Cape Town

Marjun Joensen greiðir her frá sínum upplivingum í Cape Town í Suðurafrika. Vandin fyri brotsverkum er stórur, og hóast Apartheit árini eru farin fram við, er tað langur vegur enn, áðrenn hvít og svørt kunnu liva saman

Enn ein dagur. Sólin skýnir, fólk ganga oman og niðan eftir gøtuni við handilsposum í hondini. Onnur sita á café og nýta ein góðan caffé latté eftir dagsins stríð. Ein smádrongur gongur ímillum fólkið og spyr um restpenin, og á hinari síðuni á gøtuni gongur ein eldri maður og selir “superglue”. Vit eru stødd i miðbýnum í Cape Town, Suðurafrika. Ein livandi býur, fullur av móta, náttarlívi. Apartheid árini eru farin framvið, og her er pláss fyri øllum fólkasløgum. Hvít, svørt og litað ganga lið um lið, uttan at nakar ansar tí. Námsfrøðiliga uppgávan og fordómar Eg eri júst komin til Cape Town og skal verða her teir næstu 6 mánaðarnir. Eg skal í starvsvenjing sum námsfrøðingur. Eg skal arbeiða á einum heimi fyri dreingjum í aldrinum 8 til 18 ár. Teir eru fyrrverandi gøtubørn, men eru nú á barnaheimi og ganga í skúla. Rúsevni og kriminalitur er ein stórur partur av teirra lívi. Ein av mínum uppgávum er at hjálpa teimum framhaldandi at verða undir útbúgving og at skapa sær onnur áhugamál enn rúsevni og kriminalitet. Tað er eingin loyna, at fordómar um HIV, kriminalitet, neyðtøkur hava staði frammalaga í høvdinum, áðrenn eg kom hertil. Eg havi fingið at vita alt um vandarnir við almennari transport, og at eg má ikki koyra í bili, tí at møguleikin fyri at onkur leypur inn í bilin við revolvara fyri at stjala, ella enntá “hi-jacka” meg er ov stórur. Her er í miðal ein neyðtøka um minuttin, so at ganga á gøtuni einsamallur er púra ørt. Eg hyggi rundan um meg og føli meg lættari av at her sær út til at verða OK. Cape Town sær út til at líkjast øðrum stórbýum í heiminum, eg skal nokk klára meg. Eg havi avgjørt frá fyrstan tíð, at nú tá eg skal verða her í longri tíð, vil eg gjarna blanda meg uppí tað lokala samfelagið, so væl sum eg kann, og koma nærri inn at suðurafrikanskari mentan og siðum. Eg meldi meg tí upp í eitt róðrarfelag og finni mær eina íbúð at deila við øðrum suðurafrikanarum. Eg eri spent uppá, hvat komandi tíðin fer at bjóða mær. Eftir at hava verið her í uml. ein mánaða, byrja mínir fordómar spakuliga at skifta skap. Tað, sum virkaði ræðandi í byrjanini, fyllir ikki so nógv longur. Millum annað var tað tankin um at verða í einum landi, ið hevur methøg tøl hvat viðvíkjir neyðtøkur, og ein HIV/AIDS trupulleiki ið fullkomiliga er lopin av sporinum, ið ræddi meg. HIV er ikki ein trupuleiki í Cape Town Suðurafrika hevur ikki ein so stóran trupulleika við HIV/AIDS, ið eg annars helt, ádrenn eg kom hertil. Eftir at hava verið her ið eina tíð, byrji eg so smátt at ivast, um tey hava nakran trupulleika av tí yvirhøvur. Mótsatt hvat ein kanska kundi vænta, so eru ongar kampagnur, ið koyra uppá at ansa sær, og hvussu tú kannst verja teg í móti HIV. Tú lesur ikki nógv um støðuna i landinum viðvikjandi HIV, og eingin tosar um tað. Vit vita øll, at hetta fær sjálvandi ikki trupulleikan at hvørva, og hjá mær, sum væl-upplýstur evropeari, at standa og hyggja at ímeðan tey bara lata standa til meðan fleiri og fleiri verða smittað kann virka ræðandi og provokerandi. Sambært lokala fólkinum, plagdi nógv at verða gjørt burturúr fyri at upplýsa um, og fyribyrgja HIV/AIDS. Tó meta tey, at tað bleiv ov nógv. Lýsingarnar hjálptu ikki og fólk gjørdust troytt av at hoyra upp í saman um tað sama. So, tíverri er veruleikin nokk tann, at natiónin eftir fleiri ár við stríði ímóti HIV/AIDS, stendur magtarleys og er á veg til at geva upp. Fólkið her er sum heild er í fornoktilsi. Tey eru blivin immun yvirfyri øllum kampagnunum. Tey hava fingið at vita alt um fyribyrging og smittuvandar meira enn einaferð. Men tá hetta ikki hevur forbetra støðuna, er tað ringt at síggja aðrar møguleikar. Hetta skal tó ikki skiljast sum um, at tey eru líkaglað. Óttin fyri at verða raktur av hesi álvarsomu sjúku sýnist at fylla meira enn trongdin til at vita, um tú er smittaður, tá tú á hendan hátt eisini sleppur frá at taka støðu til, hvat tað inniber at verða smittaður. Mín leiklutur sum lesandi Sum námsfrøði-lesandi er ein partur av mínari læru at fara út í “townshippin” at gera uppsøkjandi arbeiði. Ein “township” er eitt úrslit av apartheid-politikkinum. Av tí at tey svørtu og litaðu ikki høvdu loyvi til at búgva inni í býnum, funnu tey sær økið uttanfyri býin, har tey kundu búgva. Suðurafrika hevur nógvar av hesur “townshippum”. Khayelitscha, ið er townshippurin, sum eg arbeiði í, liggur einar 40 km eystanfyri miðbýin í Cape Town og hýsti undir apartheid árunum einans teimum svørtu. Í dag sært tú eisini litað herúti. Men tað er í høvuðsheitinum, enn tey svørtu ið halda til í Khayelitscha. Uppsøkjandi arbeiði vil siga, at vit ganga runt og hyggja, um vit síggja børn, sum í skúlaldri verða brúkt sum arbeiðsmegi. Eisini fari vit á heimavitjan hjá familjum, ið vit á ein ella annan hátt veita hjálp. At verða hvít úti í townshippinum er nakað heilt serligt. Fyri tað fyrsta er tað frá mínari síðu kultursjokkið at koma frá einari peningaríkari bakgrund og inní eitt heim ið er, bygt upp av stálplátum, pappeskjum, plastikposum ella hvat annað nú er at finna. Tað er uml. 20 fermetrar til støddar og hýsir fleiri fólkum. Fyri tað næsta er tað heilt óvanligt, at hvít fólk koma inn í townshippin. Allastaðni koma fólk út at hyggja at tær. Børnini renna rundan um teg og rópa “Umlungu umlungu!” ið merkir; hvít fólk á xhosa málið (xhosa er tað málið, ið høvuðsparturin av íbúgvunum í Khayelitscha tosa). Mennirnir hyggja gjølla at tær, tosa sína millum og flenna. Nøkur av teimum smáu børnunum ræðast meg og goyma seg aftanfyri mammu sína, ímeðan onnur eru meira djørv og koma yvir at nema við mína húð og mítt hár. Tað ókenda og vandamikla Tá eg fortelji fyri mínum hvítu vinfólkum, ið eru uppvaksin í Cape Town, um arbeiði eg geri, er tað ymiskt hvussu tey reagera. Summi eru stuðlandi og rósa mær fyri, at eg tori at verða ið teimum belastaðu umráðnum. Onnur rista við høvdinum og fortelja mær ræðusøgur um, hvat hendi harúti. Tey leggja stóra orku í at fortelja, hvussu tey svørtu í townshippinum uppfata hvít fólk. Tey hava aldrin, og fara aldrin at seta sín fót út har, og tey kenna ongan, ið kemur harfrá. Eg royni at greiða teimum frá, at eg havi ikki uppliva, at tað er so ringt, sum tey vilja verða við til. Higartil føli eg meg ógvuliga væl móttiknan og fólk vísa stóra virðing fyri tí arbeiðnum, eg geri. Tað harmar meg, at eg má ásanna, at ein stórur partur av teimum hvítu suðurafrikanarunum kenna líka nógv til townshippin, ið liggur 40 kilometrar vekk frá býnum, sum omma mín, ið situr heima í Funningsfirði og lurtar eftir Útvarpi Føroya. Ein morð-fabrikk Nakað sum hevur gjørt eitt stórt inntryk á meg tað tíðina, eg havi verið her, er ræðsla. Fólkið sýnist at liva í konstantari ræðslu. Ræðsla fyri at verða álopin, ræðsla fyri at hava innbrot. Ræðsla fyri at fara út í myrkri. Og í summun førum, fyri tað hvíta samfelagið, livir eisini ein ræðsla fyri tí svarta og litaða samfelagnum. Hetta er kanska heldur ikki so løgið, tá tey flestu morðini henda úti í hesum samfelagnum. Tað er ikki meiningin at generalisera alt tað hvíta samfelagið í Cape Town. Men hetta er, hvussu eg upplivi støðuna. Eg eri limur í einum róðrafelag her niðri, ið einans hevur hvítar limir, og hetta er við til at geva mær eitt innlit í samfelagið hjá teimum hvítu og teirra holdningar. Sum kontrast til mítt ítriv saman við hvítum fólki, arbeiði eg í Khayelitscha, tann størsti townshippurin í Cape Town, hetta er eitt svart/litt samfelag, og tey, sum eg arbeiði saman við, eru eisini svørt ella litað. Hvítir suðurafrikanarir hætta sær næstan ikki herút, av tí at tey meta at vandin fyri at verða dripin ella neyðtikin er ov stórur. Og jú, tað er rætt, at her er ógvuliga kriminelt, og tað er ikki ein vika, ið fer framvið uttan at tú hoyrir um tað síðsta morðið, neyðtøkuna ella annað, ið er hent nærhendis. Khayelitscha, townshippurin ið eg arbeiði í, hevur fingið eyknevnið: “The Murder Factory”, ið jú sigur eitt sindur um støðuna her úti. Tó hava allar søgur tvær síður, og Khayelitscha hevur eisini síni ljóspunkt. Fólkini, ið eg higartil havi møtt her, eru ógvuliga blíð, og hava eitt ótrúliga heitt og vinarligt lyndi. Tey eru stolt av síni mentan. Tey eiga ikki nógv. Tey eru kreativ og vilja gjarna geva burturav tí, sum tey hava. Millum annað er tað teirra matmentan ið er ein stórur partur av teirra lívi. Høsnarungaføtur og smileys (seyðarhøvd) eru tvær av teimum mongu delikatessunum, ið tey borðreiða við. Eg upplivi eisini herúti, at fólkið ansar eftir mær. Um eg gangi úti á gøtuni, spyrja tey hvar eg skal, og um eg finni fram sjálv. Tey biðja meg ansa mær væl, av tí at tað eru ikki øll, ið ynskja hvít fólk herút. Tað eru eisini nøkur av teimum, ið eg møti herúti, ið vilja verða við til at townshippurin er ikki meira vandamikil enn inni í Cape Town. Tó fari eg at loyva mær at ivast í tí. Apartheit, søga ella nútíð Vit vita øll, at apartheid er søga. Tó leggur ein merki til, at Cape Town er rættiliga uppdeilt. Millum annað í ítrótti. Rugby-landsliðið er mannað við einans hvítum. og fótbóltsliðið er mannað við svørtum. Svørt búgva í einum umráði í býnum, og hvít búgva í einum øðrum. Indarar búgva aftur í einum triðja umráði. So býurin er sum heild ikki serliga blandaður, sum eg annars av fyrstan tí hevði fatanina av. Orsøkin til at ein fær frænir av at býurin virkar blandaður, er nokk at miðbýurin i Cape Town hevur øll fólkasløg. Tó eru stórsti parturin, ið tú møtir her, turistar. Nú tá eg havi fingið sagt, at eg meini at ein stórur partur av teimum hvítu í suðurafrika eru varin við teimum svørtu, vil eg eisini leggja afturat at tey allarhelst bara vilja verða fyrivarin, ikki bert fyri teimum svørtu og litaðu, men frá øllum ið kann verða vandamiki. Hetta er eitt ógvuliga kriminelt land og morð, innbrot og grotesk álop eru dagligdagur her niðri. Um eg ikki latið hoyra frá mær í longri tíð, hendir tað at onkur ringir fyri at kanna, um alt er í lagi. Fólkið her prioriterar tryggleika øgiliga høgt, og tey halda eyga við hvørjum øðrum. Tey minna meg á, umaftur og umaftur at eg skal aldrin slappa av. Eg má altíð hava eyguni opin og halda eyga við teimum, ið halda eyga við mær. Og tíverri er tað soleiðis, at ein stórur partur av teimum, ið fremja kriminalitetinm eru tey við einum øðrum húðarliti enn hvítum. Tá tað jú eisini er hetta fólkaslagið. ið er lægst í sociala hierakinum. Apartheit árini eru kanska farin forbí, men tað er langur vegur enn, áðrenn hvít og svørt kunnu liva saman í Cape Town. Fakta um Cape Town Fólkatalið er uml 3.5 mill. 79.6% eru svørt. 9.1 % eru hvít. 8.9 eru litaði. 2.5 eru indarar ella asiatar Harav eru uml. 15.1% HIV positiv 27% av fólkinum í aldrinum 20 –64 eru HIV positiv Her er mett at verða í miðal ein neyðtøka um tíman Her eru 1925 morð um árið. Tað vil siga 5,3 um dagin