Næmingarnir í Fuglafirði fáa nýggj fyribilshøli

Næmingarnir í Fuglafjarðar skúla hava nú fingið fyribils høli, so teir sleppa undan lekunum, sum hava verið í skúlanum síðstu dagarnar

Komandi vikuna fara næmingarnir í sjeyndu, áttindu og níggjundu flokkunum í skúlanum – tilsamans umleið 120 næmingar at húsast í Siloa, Thabor, Mentanarhúsinum og gamla Eik bygninginum.

Tveir flokkar fáa hølir í Siloa, ein flokkur í Thabor, tveir flokkar í Mentanarhúsinum og ein flokkur fer í komandi býráðshúsið, sum er gamli Eik-bygningurin í Fuglafirði.

Trupulleikar við leka gjørdist so stórir í gjár, at næmingarnir í sjeyndu, áttindu og níggjundu flokkunum í Fuglafjarðar skúla vórðu sendir til hús, tí at tað eru so nógvir lekar í skúlanum. Lekarnir stava frá arbeiðnum at byggja tekjurnar saman, har tekjan á nýggja skúlanum møtir tekjuni á tí gamla skúlanum.

Nú verður arbeitt við at fáa tekjuna lidna og tetta lekarnar. Ætlandi fara næmingarnir í sjeyndu, áttindu og níggjundu flokkunum í síni gomlu flokshøli aftur 4. november.

Lesið eisini greinina: 120 næmingar sendir heim vegna lekar