76 prosent av næmingunum á Glasi siga seg fáa minni burtur úr fjarundirvísingini enn vanligu undirvísingini.
Tað sigur ein nýggj kanning, ið næmingaráðið á skúlanum hevur latið gjørt í sambandi við hoyringsskriv til uttanríkis- og mentamálaráðið frá næmingaráðnum á Glasi.
244 næmingar hava svarað í spurnarkanningini, og 76 prosent av teimum, sum svaraðu, hava gjørt greitt, at teir meta ikki fjarundirvísingina vera eins effektiva og vanligu undirvísingina.
Harumframt siga heili 88 prosent teirra, at teir eru ótryggir við at fara upp í próvtøku, um fjarundirvísingin heldur fram, og 53 prosent siga seg vera ótryggar við at fara upp í próvtøku, sjálvt um vanliga undirvísingin byrjaði aftur nú.
– Hetta vísir greitt hvussu ótrygg støðan er fyri næmingarnar – við bert fáum vikum av fjarundirvísing, skrivar næmingarráðið.
Næmingaráðið heitir tí á uttanríkis- og mentamálaráðið um at skipa allar munnligu royndirnar sum 24 tíma royndir.
– Hetta meta vit vera tað mest rættvísa at gera, tí tá hevur næmingurin betur tíð at fyrireika evnið. Evnið kann jú sjálvsagt vera eitt av teimum evnunum, ið vit hava havt um í fjarundirvísingini. Og tí meta vit tað ikki vera rættvíst, at fáa 20-40 minuttir at fyrireika eitt evnið til eina próvtøku, sum vit hava havt avmarkaða undirvísing í, og sum 76% av næmingunum siga seg fáa minni burtur úr.
Somuleiðis mælir næmingaráðið til, at sæð verður burtur frá vanliga raðfestingarlistanum til royndirnar, tí ikki øll fak eru eins væl háttað til 24 tíma royndir.
– Hetta meta vit vera ílagi, tí at vit eru í eini serstøðu. Til dømis vita vit, at mann hevur valt at øll skulu upp í føroyskum skrivligum, so meta vit, at mann til dømis kann velja, at allir næmingar skulu upp í søgu munnligum, sum er fak, ið er væl egnað til 24 tímarsroynd, skrivar næmingaráðið á Glasi.