Næmingar fáa 8,57 krónur um tíman

Eisini næmingarnir í Hoydølum átala nú, at ætlaði skúladepilin í Marknagili, verður útsettur í eitt ár og Næmingaráðið í Hoydølum tekur undir við mótmælinum ímóti ætlanini at útseta depilin.

Tey skilja, at tað er neyðugt at spara. Men tey halda, at tað er óheppið, at hesar sparingar ferð eftir ferð raka lesandi og útbúgvingarøkið.

Næmingaráðið í Hoydøkum undrast eisini á, at ongin lóg verjir næmingar, sum húsast undir vánaligum umstøðum. Men lærararnir eru vardir av arbeiðaraverndarlógini og tí máttu ábøtur gerast í Hoydølum so at Arbeiðseftirlitið ikki skuldi lata skúlan aftur.

Men júst tí er tað alneyðugt at útvega skúladepilin í Marknagili.

Í næmingaráðnum halda eisini, at hetta er í andsøgn við fráboðanina hjá øllum politisku flokkunum um, hvussu høgt útbúgving skal raðfestast og at ungdómurin er ein íløga í framtíðina.

Umframt at skúladepilin verður útsettur, er studningurin skerdur í tveimum førum.

Tað merkir, at næmingarnir, sum fáa hægra studningin, missa 2516 krónur um árið og teir, sum fáa tann lægra, missa 1236 krónur um árið, umframt at prísjavningin ikki verður sett í verk aftur.

Tá ið ein næmingur byrjað á miðnámsskúla, verður gjørt greitt, at hann skal vænta at brúka 15-20 tímar um vikuna til heimaarbeiði. Harafturat gongur hann í skúla í 30 tímar um vikuna.

Tað merkir, at í miðal brúkar ein miðal miðnámsskúlanæmingur 47,5 tíma um vikuna upp á skúla og tað er meir enn eitt fulltíðarstarv

Sostatt er studningurin 8.57 krónur um tíman og næmingaráðið staðfestir, at hetta er tað, sum politiski myndugleikin metir, at ein íløga í framtíðina, sum ungdómurin er, er verd