Hvønn dag skulu útvið 850 næmingar og starvsfólk á Føroya Studenta- og HF-skeiði ferðast eftir Sanatoriivegi fyri at sleppa inn í skúlan. Men vegurin, sum bleiv gjørdur til Sanatoriið í 1908, er á ongan hátt egnaður til alla ta ferðsluna, sum ferðast eftir vegnum í dag.
- Bilar mugu slaka ferðina, tá teir møtast, næmingar og lærarar til gongu váða lív og mugu mangan leypa niðan ella oman av vegnum fyri ikki at verða yvirkoyrd. Ferðslan her er undir alt lágmark, sigur Jóhan Bech Húsgarð, sum er limur í Næmingaráðnum, sum nú í lesarabrævi vísur á sína ónøgd við ferðsluviðurskiftini í Hoydølum.
Hoydalar sum parkeringssona
Næmingar og starvsfólk í skúlanum í Hoydølum halda til í hølum, sum vóru bygd til 300 næmingar, og sum í dag hýsa 751 næmingum og 100 starvsfólkum. Hetta letur seg gera við sokallaðum fyribilsætlanum, meðan bíðað verður eftir skúladeplinum í Marknagili. Einki hevur tó verið gjørt seinastu árini fyri at bøta um ferðsluviðurskiftini, sum í áratíggju hava verið ein trupulleiki.
- Tað kann ikki vera rætt, at vit, sum hava okkara dagligu gongd á landsins størsta arbeiðsplássi, ikki kunnu koyra til arbeiðis, tí at økið rundan um skúlan nú er blivið parkeringssona við eini 40-60 básum tilsamans, sigur Jóhan Bech Húsgarð og heldur fram:
- Øll arbeiðspláss tryggja starvsfólkunum parkeringspláss. Eitt er at tosa um, hvussu tætt vit sleppa at arbeiðsplássinum, tá tað liggur í býnum, men nú eru vegirnir, sum liggja nærhendis skúlanum, eisini blivnir til parkeringssonur, greiðir Jóhan Bech Húsarð frá. Hann heldur, at landið hevur víst vegum og parkeringsviðurskiftum í Hoydølum eina líkasælu, sum er undir alt lágmark.
- Tey siga, at bussarnir eru ókeypis at brúka. Men líkasælan ræður eisini viðvíkjandi smáu gøtunum, sum føra oman til skúlan. Vit sleppa als ikki oman eftir gøtunum um veturin, tí tær eru sannar glíðibreytir, av tí at salt skaðar trøðini og tískil ikki verður nýtt.
Ferðslan hóttir trygdina
Javnan hevur verið frammi, hvussu vánaligu ferðsluviðurskiftini við skúlan ávirka brunatrygdina. Sanatoriivegur og parkeringsviðurskiftini við skúlan eru alt annað enn optimal, um so var, at eldur kom í skúlan. Tað er ein trupulleiki, sum Kartni Jacobsen, brandmeistari, er tilvitaður um.
- Vit hava fleiri ferðir víst á, at tað kann verða rættiliga trupult hjá okkum at koma skjótt oman til skúlan, av tí at Sanatoriivegur er so smalur, og bilar ofta standa parkeraðir á vegnum oman til skúlan, sigur Kartni Jacobsen. Bilar, ið standa parkeraðir uttan fyri básarnar, eru størsti trupulleikin fyri sløkkiliðið.
- Kemur eldur í, og vit skulu oman á skúlan við stóra bilinum, so er eingin ivi um, at bilarnir, sum standa fram við vegnum, seinka okkara arbeiði, av tí at vit verða noyddir at trýsta hesar bilarnar vekk av vegnum, so vit kunnu sleppa framvið, sigur Kartni Jacobsen. Hóast hann á ongan hátt heldur, at ferðsluviðurskiftini í Hoydølum eru í lagi í samband við brunatrygdina, vísur hann á, at tað er ein hjálp, at økið nú er parkeringssona.
- Tað, at økið er blivið til parkeringssonu, ger vónandi, at færri bilar standa uttan fyri parkeringsbásarnar og frammi við Sanatoriiveg, soleiðis at vit kunnu koma skjótari oman á skúlan, um illa vil við verið til, og eldur kemur í skúlan, sigur Kartni Jacobsen.
Arbeiðið stendur stilt
Fyri fimm árum síðani var farið undir at bøta um ferðaluviðurskiftini í Hoydølum. Ætlanin var, at gera ein veg tvørtur um fløtuna. Heini Eysturoy, sum er leiðari á deildini fyri infrakervi hjá Landsverk, var við í hesi verkætlanini.
- Mentamálaráðið, sum hevur ábyrgd av vegnum, vildi betra um parkeringviðurskiftini og vegin oman til skúlan. Allir partar í verkætlanini, sum vóru eitt nú Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna og Landsverk, vóru samdir um hesa ætlanina, men knappliga vendi Tórshavnar Kommuna kós, og alt arbeiðið steðgaði, greiðir Heini Eysturoy frá. Sambært honum var tað ein serlig áseting í byggisamtyktini, sum segði, at fløtan skuldi vera friðað, og Tórshavnar Kommuna var ikki sinnað at søkja um loyvi at sleppa at gera ein veg tvørtur um fløtuna.
Arbeiðið at gera nýggjan veg og at betra um parkeringsviðurskiftini hevur ligið stilt líka síðani. Og fyri tey, sum hava sína dagligu gongd á Skúlanum í Hoydølum, er støðan alt annað enn góð.
- Hetta er reinur terror móti okkum. Fólk mugu sita vát til arbeiðis, tá tað regnar, ella tey eru dottin í hálku, tí tey sleppa ikki teir tveir til fimm kilometrarnar til arbeiðis í bili, sigur Jóhan Bech Húsgarð frá Næmingaráðnum.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Tórshavnar Kommunu, áðrenn blaðið fór til prentingar