Nýmótans land ella romantiskt reservat

vinnukjak Í sambandi við kjakið á Vinnudegnum millum Hans Andrias Sølvará, Pól Huus Sólstein og Súsonnu Danielsen varð vístur ein stuttur filmur sum upplegg. Teksturin í filminum tók saman um fleiri stórar spurningar í samfelagnum, m.a. hvussu stórir mótsetningar mangan forða fyri, at neyðugar og skynsemar avgerðir verða tiknar. Her verður teksturin prentaður í fullum líki

Eitt yndisligt oyggjaland langt burturi frá teimum stóru meginlondunum.

Eitt fólk við egnari mentan og siðvenjum.
 
Eitt gott og trygt stað í sjálvum sær fjart frá heimsins vandamikla meldri.

Er her framgongd ella stillstøða? Hómast her ein framtíð hjá ungum sum gomlum?

Í almenna orðaskiftinum hómast eitt ótolni við politiskt atgerðarloysi og ein ónøgd við politiskar ósemjur.

Stríðið um at endurskipa fiskivinnuna hevur klovið løgtingið í tvey.

Útjaðarin og høvuðsstaðurin eru ævigir mótsetningar.

Landið einskilir almennar fyritøkur og angrar tað aftaná.

Fakfólk tiga við síni vitan og lata politikararnar eiga almenna pallin.

Og ríkisrættarliga støðan syndrar enn sum áður tjóðina.

Hómast her ein vilji til at flyta landið inn í nýggjar tíðir? Ella standa vit sum negld í gólvið og sleppa ikki av fetanum?

Øll tey siðbundnu fiskivinnusamfeløgini í Norðurhøvum hava sínar stóru avbjóðingar at yvirliva.

Fá fólk tíma at arbeiða í fiski, og serliga konufólkini flyta, tí tey finna seg ikki til rættis í veiðimentanini.

Ungfólk flyta burtur í stórum tali at nema sær útbúgving, og mong flyta ongantíð heimaftur.

Færri og færri arbeiðsfør fólk verða tí at bera byrðarnar, og tey eldru verða lutfalsliga fleiri.

Í dag eru 2.000 færri kvinnur í Føroyum enn menn, og mong útbúgvin koma ikki heimaftur orsakað av vantandi avbjóðingum.

Tey, sum koma aftur, hvørva ofta inn í almenn størv og hoyrast ikki í orðaskiftinum, kanska tí tey óttast politiska revsing, um tey taka orðið.

Hægru lærustovnarnir í landinum er so veikir, at teir sjáldan megna at geva politiskum pástandum mótspæl við eftirkannaðum sannleikum.

Er her framgongd ella stillstøða? Fæst fólkatalið ikki upp um 50.000, tí landið hevur ikki meira at bjóða fólkinum?

Í 1888 søgdu framfýsnir føroyingar, at føroyingar skuldu ganga fram í øllum lutum, og tað var eitt langtíðarmál fyri land og fólk.

Føroyar hava eisini í dag kós ímóti eini framtíð, men ongin veit hvørjari, tí hvør setir kósina, um onki greitt mál er?

Er tað tilvildin? Eru tað tey, sum duga best at røkja egin áhugamál? Ella trýsta kreppurnar og umheimurin okkum at taka neyðugu avgerðirnar?

Vakrar eru oyggjarnar. Ja, vit skulu marknaðarføra tær sum eitt óuppdagað norðurlendskt Shangri-la, sigur onkur.

Men eru vit nýmótans land á veg framá ella eitt romantiskt reservat á fallandi føti?

Mala vit í ring, meðan framtíðin spakuliga máar burtur av dýrmætasta tilfeinginum, fólkinum?

Ella megna vit kanska at gera tað betri enn nú?