Nólsoyingur ger film í Noregi

Eirikur Bjørnsson úr Nólsoy hevur byrjað nýggja filmsfyritøku saman við einum lestrarvini.

 

Eirikur Bjørnsson úr Nólsoy hevur byrjað nýggja filmsfyritøku saman við einum lestrarvini.


Eirkur Bjørnsson lesur fyri tíðina á Norðuruniversitetinum í Steinkjer í norður-Trøndelag, tveir lítlar tímar norðanfyri Tróndheim, innast í Tróndheimsfjørðinum. Saman við Erik Sande, sum hann lesur saman við, hevur hann sett á stovn filmsfyritøkuna Raw North Films.

 

Ætlanin er at arbeiða við fyritøkuni við síðunar av lestrinum.

- Vit vera okkara egnu stjórar, samstundis sum vit sleppa at arbeiða við hesum, sum vit brenna fyri, sigur Erik Sande.

 

Teir settu fyritøkuna á stovn beint eftir nýggjár og hava gjørt ymsar smærri uppgávur fyri fyritøkur í økinum, men vóna nú, at fáa fleiri uppgávur, nú teir fara at leggja meiri orku í filmsgerðina.