Nólsoyggin vetrarfriðað í ár

Øll Nólsoyggin verður vetrarfriðað í ár. Sáttmálin varð undirskrivaður á borgarfundi í Nólsoy í gjárkvøldið

Málið er sera gamalt, arbeiðið byrjaði í 2005. Tað var fyri í býráðnum fyri trimum árum síðani, tá ið peningur varð settur av til endamálið, og eftir drúgva viðgerð er málið nú avgreitt, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Seyðurin er farin av bønum, og nú verður stikað og rulluportur sett í og nakað verður hegnað aftrat. So er Nólsoyggin fullkomiliga vetrarfriðað.

Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd, hevur arbeitt við málinum, og tað vóru Annika Olsen, borgarstjóri, og Bjørgfríð Ludvik, kommunustjóri, sum undirskrivaðu sáttmálan vegna kommununa.

At Nólsoyar bygd verður endaliga vetrarfriðað seinni í ár bar við sær, at lógvabrestir rungaðu.

##med2##