Nú nýggj nólsoyarferja skal smíðjast, verður stórur dentur lagdur á, at hon verður so orkusparandi sum gjørligt.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í orkumálum.
Bjørt Samuelsen, tingkvinna, hevur spurt hann, um ætlanin er at kanna um nýggja Nólsoyarferjan kann drívast við grønari orku.
Johan Dahl sigur, at tey hava kannað ymsar skipanir, men niðurstøðan er, at tær eru ikki nóg framkomnar enn til at tað er ráðiligt at seta tær í nýggja Nólsoyarferju.
Men hann sigur, at kravið til ferjuna verður, at pláss skal gerast umborð til eina battarískipan, sum síðani kann útvegast einaferð í framtíðini, tá ið tøknin er komin nóg langt á økinum.
Aðrir møguleikar eru eisini kannaðir, eitt nú gass, men her eru ongar áfyllingarstøðir til tað, leggur hann afturat.
Hann sigur, at kravið til ferjuna verður eisini, at hon skal verða so orkusparandi, sum tilber.
Í hesum sambandi verður víst á, at nýggja Nólsoyarferjan fer at vera 1,1 millión bíligari í rakstri enn
Ternan, sum nú siglur rutuna ímillum Nólsoy og Havnina.