Í gjár var ein hugnaligur seinnapartur í Nólsoyar bygd. Jólatræið varð tendrað. Prestur og fyrstilærarin hildu talur og Havnar Hornorkestur spældi vøkur jólaløg.
- Væl av fólki var komið saman í Geilini, har vakra jólatræið stendur, skrivar dómprósturin, Uni Næs á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.
Børnini bíðaðu spent eftir jólamanninum, sum løtu seinni kom koyrandi við brandbilinum. Eftir hugnaligu løtuna, varð farið í Avhaldshúsið. Har var borðreitt við nýbakaðum bollum og kakao. Hetta kom væl við, so fólk fingu hita aftur í kroppin í vakra kavaveðrinum.
Stutt eftir at jólatræið var tendrað, var sangløta í kirkjuni, har kirkjuárið og jólini vórðu sungin inn. Her var framúr góður kirkjusangur við fullsettari kirkju. Skúlabørnini sungu nakrar sangir og evangeliið til høgtíðirnar í kirkjuárinum varð lisið. Urguleikarin spældi tvey vøkur løg, sum hóskaðu til løtuna, og prestur bað frá altarinum og lýsti signingina.
- Eftir gudstænastuna vóru øll boðin niðan í missiónshúsið til ein góðan drekkamunn, har væl av fólki var komið saman, skrivar altso Uni Næs úr Nólsoy í gjár.










