Gerhard Lognberg, Løgtingsmaður
1. Minnist hetta eru nógv ár síðan, at eg kom at hoyra tveir gamlar útróðrarmenn hittast, annar kom við skríninum undir arminum, hin kom út á trappuna at forvitnast hvussu dagurin vignaðist. Har stóðu teir, annar á trappuni hin í túninum, tvær havsins kempur. Hendurnar sum pottalok, og rakdropin hekk úr nøsuni.
Maðurin á trappuni spurdi, hvar hin hevði verið, men hann visti betur. Maðurin í túninum svarar, hvar teir royndu, tá sigur maðurin á trappuni, sum so sannuliga visti hvat hann tosaði um. Nú góðin leyg tú aftur við óvart, men eingin ósemja stóðst av hesum.
2. Eg kundi hugsað mær at spurt, uttan at vera fornermaður, eru tíðindafólk komin í ta støðu, at tey lúgva av óvart ella við vilja. Sjálvur meti eg, at tann sum fær ta triðju statsmaktina í móti sær, hann er illa stæddur ella hvat?!
Eg haldi meg vera alvorliga órættaðan av bløðunum nú um dagarnar.
3. Ein skrivar, at Gerhard Lognberg hevur snýtt við telduskipanini. Hetta er beinleiðis lygusøgur frá blaðmanninum fyri at niðurgera meg.
Nei Gerhard hevur á ongan hátt forbrotið seg í hesum samanhangi, lúgva blaðmennirnir við óvart, og hvat stendir eftir hjá lesaranum, Gerhard sum forbrydarin og blaðmaðurin við eini søgu. Ongan týdning fyri blaðmannin, um tað er lygn ella sannleiki.
4. Guðhjálpi mær, um ein ikki er frammi aftur og tekur kvørkratak á Gerhard. Hann byrjar at skriva um tíðina hjá tingmonnunum, síðan tingið byrjaði aftur, tað er absolut einki galið í tí at fylgja við í tinginum, men hvat byrjar hann alt við.
Gerhard Lognberg løgtingsmaður fyri Sandoyar sýslu hevur verið 0 minuttir og 0 sekund á tingsins røðarapalli.
Men so heldur hann helst, at hetta var ov groft, so hann skrivar víðari, at sannlíkt er hetta helst ein feilur er í telduskipanini.
Longri inni í greinini sigur hann ella vísur hann á, hvat eg havi tosað um á tingið, altso á tingsins røðarapalli, hví so byrja við, at eg hevði tosað í 0 minuttir og 0 sekund. Síðan verður víst á aðrari síðu, hvat talutíð eg havið havt. Var byrjanin ein lygn við óvart?
5. Tað man neyvan vera dagur í tinginum, at Gerhard ikki er eina ella fleiri ferð á tingsins røðarapalli.
So kann ein og hvør meta um, hvat dugur er í tí, sum sagt verður. Ella hvat er meiningin, kanska at pilka sjálvsvirðingina úr ávísum persónum.
Eg veit væl, at hesi blaðfólk skulu hava breyð á borðið hvønn dag, men vælsignaðir roynið at lata tað vera so nøkunlunda rættvíst, sum tit servera lesarunum, tí so sanniliga kunnu vit ikki vera tykkum fyri uttan, tí tit gera hóast alt eitt gott arbeiði.
Men ein verð er uttan fyri eingjagarðarnar í Havn, so tað er ikki bara uttan fyri tinghúsið, tíðindi finnast og harvið jarðleggja summar politikkarar sum kanska ikki eru í krithúsi hjá miðlunum.