Nøkur lesandi missa nú lestrarstuðulin

Endamálið er at tálma útreiðslunum á fíggjarlógini

Næsta ár fara fyritíðarpensjónistar, sum eru farnir undir lestur, at missa lestrartuðulin. Tað er endamálið við einum uppskotið, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, nú hevur lagt fyri Løgtingið.

Hetta rakar allar fyritíðarpensjónistar, eisini tey, sum fáa fyritíðarpensjón tí tey eru einkjur ella einkjumenn. Hetta merkir, at hjá fyritíðarpensjónistum, sum eisini fáa lestrarstuðul, verður lestrarstulin drigin frá grundarupphæddini í pensjónini.

Sum støðan er nú, fáa fyritíðarpensjonistar, sum fara undir útbúgving, bæði pensjón og lestrarstuðul. Báðar veitingarnar eru uppihaldsveitingar, og sostatt er talan um eina dupultveiting.

Landsstýriskvinnan sigur, at sum støðan er nu, kunnu fyritíðarpensjonistur undir útbúgving, í ávísum førum, hava inntøkur, sum eru munandi hægri enn vanligar inntøkur á arbeiðsmarknaðinum og endamálið er at fyribyrgja, at nakar fær dupulta veiting.

Hon upplýsir, at hægsta fyritíðarpensjón hjá ógiftum er 14.150 krónir um mánaðin og hjá giftum er hon 11.900 krónur. Miðal fyritíðarpensjón, og lægsta fyritíðarpensjón hjá ógiftum er 11.650 krónur og hjá giftum er hon 9.600 krónur. Lestrarstuðuliner 4.471 krónur.

Hevur tann lesandi fyritíðarpensjonisturin børn, fær viðkomandi eisini barnaviðbót, umframt barnastuðul frá Studna. Og er viðkomandi eisini er stakur, kann viðkomandi eisini hava rætt til barnaískoyti til stakar uppihaldarar, familjuískoyti og barnagjald.