Nú kunnu liðleiðarar gera brotsspark

Fótbóltslógin er nógv broytt - nú mugu øll á bonkinum ansa sær.

Neyvan hevur fótbóltslógin verið so nógv broytt, sum hon hevur verið frá 2016 til 2017. 10.000 orð eru tikin úr lógini, sum er sett upp av nýggjum, og fleiri lógir eru beinleiðis broyttar. Ein av sermerktu broytingunum er, at nú kunnu øll á dómaraseðlinum – eisini venjarar og liðleiðarar – gera brotsspark.


Brot úr lógini:


- Um ein leikari fer av vøllinum, sum ein natúrligur partur av leiki, og hann fremur eitt brot ímóti einum øðrum leikara, skal fríspark dømast á linjuni, sum er nærmast har, sum brotið varð framt. Um brotið skal sektast við beinleiðis frísparki, og tað verður framt innanfyri brotssparksteigin hjá leikaranum, sum fremur brotið, skal brotsspark dømast.


Nú kunnu øll, ið standa á dómaraseðlinum, t.e. eykaleikarar og hjálparfólk, vera orsøkin til fríspark ella brotsspark. Tað kann verða dømt, um viðkomandi órógvar leik ella ger brot ímóti einum av teimum 22 leikarunum, sum eru á vøllinum. Hjálparfólk er felagsheiti fyri venjarar, liðleiðarar o.o., ið sita á bonkinum. Tað stutta av tí langa er, at nú kunnu øll onnur enn leikarar gera fríspark ella brotsspark. Eisini um tað verður gjørt uttanfyri vøllin – bara bólturin er í spæli.


Í Sosialinum í dag eru fleiri dømi um broytingar í fótbóltslógini. Lassin Isaksen, dómaraleiðari, greiðir frá broytingunum og sigur eisini sína hugsan um fyrstu tvey umførini í Effodeildini.