Nýkosin landsliðsleikari brotið skinnabeinið

Bárður Mortansson verður tí ikki við á venjingarleguni hjá landsliðnum í Spania

Nýggi landsliðsleikarin, Bárður Mortansson, úr B36 var so óheppin at bróta skinnabeinið undir venjing týskvøldi.

Tað var eitt hendiligt óhapp, sum hevur við sær, at Bárður Mortansson má binda frið í fýra vikur. Tað verður sagt, at brotið var reint, og tí skuldi kviki B36-leikarin kunna byrja venjingina aftur um góðan mánað.

Hetta má kennast svárt hjá kvika B36-leikaranum, sum júst var úttikin til venjingarleguna hjá landsliðnum í Spania.

Bárður stóð seg so mikið væl á B36-liðnum í fjør, at boð vóru eftir honum til landsliðsvenjing í januar. Landsliðsvenjingarnar mugu hava gingið væl, tí Bárður Mortansson var ímillum teir 20 leikararnar, Henrik Larsen ætlaði at hava við til Spania.

Óhepni B36-leikarin má sláa seg til tols við, at landsliðið í fyrstu atløgu má bíða