##med2##
NSÍ-kompleksið hjá á útivølli við Løkin í Runavík heldur fram. Nú skal ein aftur til 2014 fyri at finna seinasta javnleikin, og heilt aftur til 2012 fyri at finna tann seinasta sigurin við Løkin í Runavík.
ÍF tapti stórt 0-5 móti NSÍ í kvøld. Í fyrra hálvleiki var tað á einari leið, men í seinna hálvleiki skrædnaði tað.
NSÍ-ÍF 5-0 (1-0)
Klæmint A. Olsen 1-0 (8.)
Klæmint A. Olsen 2-0 (51.)
Mórits Heini Mortensen 3-0 (56.)
Klæmint A. Olsen 4-0 (60.)
Betuel Hansen 5-0 (75.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við annan av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus.
Hans Jørgen staðfestir, at ÍF tapti ímóti einum væl betri liði í kvøld, og longri er tann søgan ikki. ÍF hevur nú heimadystir móti AB og EB/Streymi, og ein útidyst móti TB í teimum komandi trimum dystunum. Hans Jørgen leggur dent á, at tað er í hesum dystunum ÍF skal sláa til og fáa stig. Ger ÍF tað stendur ikki so galið til.
HER ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum hjá NSÍ. Viðmerkjari til dystarfrásøgnina var Sonni L. Petersen. 2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Klæmint A. Olsen, liðskipara hjá NSÍ aftaná dystin.
##ms##