Nú koma nýggj dagstovnapláss í Havn

Tørvurin á at útvega fleiri dagstovnapláss í Tórshavnar kommunu er støðugur, og nú verða aftur nýggj dagstovnapláss tøk.

 

Fyrsti partur av gamla Realskúlanum í miðbýnum verður tikin í nýtslu um mánaðarskiftið, og í hesum døgum fáa tey fyrstu umleið 20 børnini tillutað pláss.

 

Kommunan fer komandi tíðina at gera aðrar smærri tillagingar í realskúlanum soleiðis, at restin av bygninginum er klárur at taka í nýtslu sum dagstovnur í summar.

 

Virksemið hjá Miðstovninum í Gundadali er sum kunnugt niðurlagt, men stovnurin letur upp aftur í Realskúlanum. Miðstovnurin í Realskúlanum verður ein integrerað vøggustova og barnagarður fyri børn í 0-7 ára aldri.

 

Asta í Toft, sum seinastu nógvu árini hevur verið leiðari í Miðstovninum í Gundadali, verður eisini leiðari í Miðstovninum í Realskúlanum og í vøggustovuni í Hornabø.

 

Fólkatalið í Tórshavnar kommunu veksur alsamt, og kommunan arbeiðir tí framhaldandi eisini við at útvega enn fleiri dagstovnapláss.