Ælini streyma inn yvir Føroyar av vestri. Í dag ferðast eitt nýtt lágtrýst norður gjøgnum Grønlandsfjørðin og eitt tilhoyrandi brúgvalag við regni kemur seinnapartin inn yvir Føroyar av útsynningi. Seint mánakvøldið fer eitt lágtrýst, á veg í ein landnyrðing, tætt fram við Føroyum, og við tí fylgir nógvur vindur av vestri. Seinni í vikuni koma aftur lágtrýst tætt fram við Føroyum, áðrenn kaldari luft streymar inn yvir landið av norðri.
Í dag
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynninig og suðri, 8 til 13 m/s, sum øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn. Hitin um 10 stig. Regnið heldur á í alt kvøld, men í nátt snarar hann í ein útsynning og vestan og makar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Hann klárar í, tó okkurt æl. Hitin um 8 stig,
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein útsynning og sunnan. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður og hitin millum 7 og 10 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 13 til 18 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, 25 m/s. Út á náttina makar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn, men út á náttina klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 5 og 8 stig.
Týsdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður meginpartin av degnum. Hitin millum 5 og 10 stig.
Mikudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, møguliga heglingur, og hitin um 5 stig. Um náttina makar hann vindin í andøvsgul upp í ein st´ruk av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga heglingur ella vátaslettingur, og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Hósdagin
Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi, sum spakuliga makar niður í lot til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Samdrigið og fyrrapartin ælaveður og hitin millum 2 og 6 stig. Um náttina lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Turt og lutvíst klárt og hitin millum 3 kuldastig og 5 hitastig.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 2 til 7 m/s, sum øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men okkurt æl. Hitin um dagin millum 3 og 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig.