Kommunusamskipan Føroya hevur nú gjørt reglugeð um uppsetan av vindmyllum.
Sum byggivald hava kommunurnar rætt at regulera uppsetan av vindmyllum til búsbrúk sum byggimál. Kommunan kann eisini sum umhvørvismyndugleiki regulera vindmyllur til húsbrúk fyri soleiðis at tryggja sær, at hesar virða tær umhvørvisreglur, ið kommunan sum umhvørvismyndugleiki hevur ábyrgd av.
Fólk kunnu ikki seta myllu upp, fyrr enn skrivt loyvi fyriliggur frá kommununi.
Vindmyllur til húsbrúk eru smáar vindmyllur, ið geva ískoytisorku til húsarhaldið, og sum ikki spenna meira enn tveir metrar í tvørmát.
Tá søkt verður um byggiloyvi til vindmyllur, skal umsóknin í minsta lagi fevna um:
Støðumynd við mátum og plasering á grundstykki og fjarstøðu til næstu grannamørk og grannabygningar, síðumyndir, tvørskur við øllum neyðugum mátum, fundamenttekningar og upplýsingar um mastratypu, skjalprógv fyri, at myllan livir upp til ásettar óljóðstreytir, frágreiåing um, hvussu myllan er fest og skjalprógv fyri, hvussu nógvan vind myllan tolir.
Krøvini til myllurnar eru m. a.:
Tvørmát í mesta lagi tveir metrar.
Loyvda hæddin er í mesta lagi 3,5 metrar oman fyri mest loyvdu byggihædd – tókann mesta hædd ikki vera meira enn 12,5 metrar.
Til nærmasta grannamark skal í minsta lagi vera 10 metrar. Myllan skal undir øllum um støðum standa nærri húsinum, ið fær orku frá mylluni, enn grannahúsinum.
Óljóð frá mylluni má ikki vera meira enn 39 og 37 desibel við vindmegi á ávikavist 8 og 6 m/s mált inni á grannaogn við næsta húsavegg.
Vindmyllan skal vera styrkigóðkend til í insta lagi 60 m/s.
Varnast kommuna – ella verður hon gjørt varug við at myllan ikki lýkur ásetingarnar, kann kommunan krevja at vindmyllan fyribils verður steðgað. Verða viðurskiftini ikki fingin í rættlag, kann komunan krevja, at vindmyllan verður tikin niður.
Eisini verður í reglugerðini gjørt vart við, at tað er eigarin, sum hevur endurgjaldsskyldu, um skaði stendst av mylluni – og ikki kommunan sum byggi- og umhvørvismyndugleiki.
Reglugerðin er samtykt á stýrisfundi hjá Kommunusamskipan Føroya 10. Oktober 2008.