Nú kemur kuldin sníkjandi

Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi liggur nærum í stað og tilhoyrandi brúgvaløg raka í løtum Føroyar. Í morgin fer lágtrýstið í ein eystan og hósnáttina fer tað framvið beint sunnan fyri Føroyar. Síðani streymar kaldari luft eitt skifti oman yvir Føroyar av norðri, áðrenn brúgvaløg við regni og lýggjari luft troka seg móti okkum av vestry. Leygardagin trokar kaldari luft seg eitt stutt skifti inn yvir landið av norðri.

 

Í dag

Lot til andøvsgul av suðri, undir 8 m/s. Samdrigið og ælaveður av og á. Í kvøld og í nátt lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 7 og 11 stig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av landsynningi og útsynningi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður. Um náttina øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s, framvegis við regni ella ælaveðri. Hitin millum 7 og 11 stig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s, sum um náttina snarar í ein vestan og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Fyrst regn ella ælaveður, seinni yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Fríggjadagin

Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, eitt skifti upp í skrið, um 18 m/s. Sum frá líður yvirhøvur skýggjað og út á dagin regn, seinni ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Leygardagin

Hann makar vindin í andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, men hann øtlar aftur vindin seinnapartin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 og 6 stig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin snarar í ein vestan og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Um náttina øtlar hann aftur vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og suðri, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað, men tó turt, um náttina fer at regna. Hitin millum 7 og 11 stig.