Í kvøld verður høvið hjá vágbingum og suðuroyingum annars at sleppa til einrøðuleikin Føroyingasøga, sum Ria Tórgarð bæði hevur skrivað og sjálv spælir.
Tað er Tjóðpallurin, ið stendur fyri hesi uppsetanini sum hevur fingið góð ummæli á ferð síni kring oyggjarnar.
Í leikinum verða tær væl kendu hendingarnar úr Føroyingasøgu lýstar, meðan Ria er einsamøll á palli, saman við tónleikaranum Edvardi Nyholm Debes. Hann hevur skrivað tónleikin, Ria leikin og systir hennara, Súsanna hevur leikstjórnað.
Søgan sjálv er ógvuslig, morð og dráp, tráanin eftir valdi og ríkidømi, ræðuligar hevndaratsóknir, bardagi og kríggj. Orsøkirnar og fylgjurnar av kríggi eru tær somu í dag sum fyri 1000 árum síðani.
Í hesi sýning verða hendingarnar eisini lýstar á ein skemtiligan hátt, og vit hitta allar tær kendu hetjurnar, mætar víkingahøvdingar, norskar kongar og jallar, húskallar og vølvur, og øll hava tey síni sereyðkenni og løgnu frábrigdi, sum gera, at søgan gerst meira livandi og eitt sindur meira viðkomandi fyri okkum sum liva í dag.
Ein fær eisini at vita, hví allir føroyingar duga so ómetaliga væl at syngja og vinna allar danskar sangkappingar, hví Eldjarn Kambhøtt hevði hæddarskrekk, hvussu illa Havgrímur í Hovi dugdi at rokna, hvaðani Tolkien fekk hugskotið til at skriva "Ringanna Harri", og mangt annað, sum søgufrøðingar ikki hava givið sær far um áður.
Einrøðuleikurin Føroyingasøga verður í Stóra Pakkhúsi í Vági í kvøld klokkan 20.
Nevnast kann eisini, at sami leikur verður framførdur í Beitishúsínum í Miðvági mikukvøldið klokkan 19.