Sambært Føroya Skipara- & Navigatørfelag vildu Fíggjarmálaráðið og Strandfaraskip landsins flokka nýggja farmaskipið Hasfjord í skipabólk lll. Men tað góðtók Skipara- & Navigatørfelagið ikki.
– Hetta var grundað á stødd í bruttotons og farleiðin, sum skipið skal sigla millum Gomlurætt og Skopun, skrivar Skipara- & Navigatørfelagið á heimasíðuni.
Skipara- & Navigatørfelagið fekk í gjár svar frá Fíggjarmálaráðnum, at tey góðtaka ynski frá Skipara- & Navigatørfelagnum, at flokka Hasfjord í bólk ll, har Teistin eisini er flokkaður. Tað er tó ikki endaliga avgjørt, um Hasfjord fer at sigla fullan brøk.
Skipara- & Navigatørfelagið hevði annars gjørt greitt frammanundan, at skipið slapp ikki í sigling fyrr enn vissa var um flokking og lønarlag fyri skiparar og stýrimenn, sum skuldu knýtast at skipinum.
Semjan inniber, at yvirmenn umborð á Hasfjord verða løntir eftir somu treytum sum yvirmenn á Teistanum og Ternuni. Strandfaraskipið Smyril er í bólki I, meðan Sam, Ritan og onnur skip hjá Strandferðsluni eru í bólki III.
Hasfjord skal fyrst royndarsigla á farleiðini um Skopunarfjørð, áðrenn skipið verður sett endaliga í sigling og ferðaætlan verður gjørd.
Hasfjord er fyrst og fremst ætlaður at sigla við tungum akførum og farmi um Skopunarfjørð. Skipið tekur eisini 12 ferðafólk.
Skipið er bygt í Noregi í 1975, tað er góðar 40 metrar langt og kostaði 10 milliónir krónur at keypa.