- Nú kann einki steðga mær

Eitt várkvøld í Keypamannahavn hittu vit Guðrið Hansdóttir, og tosaðu um lágt sjálvsálit, 80’ara image, at bestemma, at gevast í einum bólki og rotin ummæli. Millum annað.

Samrøða


- Góði ikki spyrja meg, hvussu tað er at vera kvinnuligur tónleikari í Føroyum! Tað er veruligani tann keðiligasti spurningurin, eg kann fáa, sigur Guðrið og flennir, í tí hon setur seg hinumegin borðið.

- Eg havi fingið handan spurningin so oftani og dugi framvegis ikki at geva eitt ordiligt svar.

Hon hevur fyri løtu síðani spælt á Norðuratlantsbryggjuni, har singer/songwriter-festivalurin, 'Ljóðmandi Kuldabrúgv', verður hildin.

Vit hava sett okkum eitt sindur burtur frá salinum og fjøldini, sum prátar, flennir og hugnar sær eftir eina væleydnaða konsert. Ein øl og ein kaffikoppur eru á borðinum, so fyritreytirnar fyri einari hugnaligari samrøðu eru í lagi. Diktafonin, sum eisini liggur á borðinum (tó uttan at spjaða stórvegis av hugna) verður tendrað, og blokkurin við spurningum verður tikin fram.


Loksins

Guðrið Hansdóttir (Hansen inntil fyri stuttum) hevur altíð spælt tónleik, og frá tí hon var 14 ár, hevur hon gjørt løg. Men tað er ikki fyrr enn nú, tey seinastu tvey árini, at Guðrið veruliga hevur gjørt vart við seg:

- Frá tí eg var heilt lítil, havi eg spælt klarinett. Og inntil eg var eini 14-15 ár spældi eg bara klassiskt. Men tá tímdi eg ikki meir og fór í holt við gittaran. Tað gekk ikki long tíð, áðrenn eg byrjaði at smíða løg.

- At byrja við vóru tað mest vinfólk, sum skrivaðu fyri meg, og tey flestu løgini høvdu bara melodi og ongan tekst. Men seinni byrjaði eg so at skriva sjálv.

- Tað er heilt einfalt vegna ov lítið sjálvsálit, at tað ikki er komið fram fyrr enn nú. Eg tordi snøgt sagt ikki. Helt meg ikki vera nóg góða. Men longsulin var har alla tíð og eg vildi ræðuliga gjarna. Og eg havi sikkurt heldur ikki verið klár til tað tá.


PH 5,5

Men í 2005 kendi Guðrið seg nóg búnaða og tók tað neyðuga stigið:

- Mann gerst eldri og meira tilvitaður. Sum tannáringur er man ofta eitt sindur undarligur. Einki sjálvsálit, og man hugsar ræðuliga nógv um, hvat onnur halda um teg. Tá man so gerst eitt sindur eldri, leggur mann knappliga ikki so nógv í, hvat onnur siga og halda. Mann vil bara gera tað, sum mann hevur hug til.

- Eg tók meg saman og stovnaði bólkin PH 5,5 saman við Rannvá Jacobsen í sambandi við Prix Føroyar. Og tá fekk eg veruliga blóð uppá tonnina og samstundis eisini mót upp á tað.


Isadora and the Rebels

Saman við Jógvan Andriasi, Bartali og beiggjanum, Fróða, stovnaði hon Isadora and the Rebels, sum veruliga gjørdu um seg tað skeiðið, tey spældu saman, frá ’05 til ’07.

- Aftan á PH 5,5 fekk eg tað dirvið, sum skuldi til, fyri at eg kundi gera mítt egna, og tá bað eg teir koma at spæla. Og tað var eisini ordiliga feitt.

Isadora and the Rebels gjørdust beinanvegin eitt sera heitt navn í Føroyum, kanska serliga í Havn. Samantvinningin av hørðum rokki og kláru røddini hjá Guðrið riggaði væl, og bólkurin varð av fleiri skírdur at vera eitt tað mest lovandi navnið á føroyska tónleikapallinum. Men fyri umleið hálvum árið síðani kunngjørdi bólkurin, at tey fóru hvør til sítt:

- Isadora and the Rebels vóru fýra fólk, sum ikki vildu tað sama. Tónleikaliga vóru vit alt ov ymisk, og tá er tað torført at skapa nakað saman. Dreingirnir vóru allir rættiliga heavy, og tað riggaði ikki til mín tónleik.

Spurd, um hon saknar at vera í einum bólki, svarar hon:

- Eg sakni samanhaldið, sum ein bert fær í einum bólki. Men samstundis skalt tú liva upp til ein ávísan leiklut sum frontkvinna. Tú skalt vera kul, tú skalt vera sexy o.s.fr. Eg føli, at tað, sum eg geri nú, er nógv meiri natúrligt.

- Í Isadora and the Rebels goymdi eg meg eitt sindur aftan fyri hinar limirnar í bólkinum, og tá dámdi mær ikki at spæla einsamøll. Og tað er jú ikki gott. Men nú dámar mær satt at siga betur og betur at framføra einsamøll. Nú eri tað bara eg, og eg havi ongan at goyma meg aftanfyri.


Ljósareyðir stivlar og glitrandi kjólar

Guðrið er í ljósareyðum stivlum, svørtum kjóla við glitrandi speglpuntum og einum stuttum gulljakka, sum somuleiðis glitrar. Hevur tú sæð hana framført fyrr, so veist tú, at klæðini eru ein partur av hennara image. Tey eru altíð nakað serligt og sjálvdan tey somu. Eg gevi henni eina viðmerking hesum viðvíkjandi, og hon svarar:

- Eg haldi tað vera ótrúliga umráðandi at hava eitt image, sum er gjøgnumført. Og ikki bara eitt sindur. Mann skal taka tað allan vegin.

- Íblástur fái eg frá Blondie, Kate Bush og øðrum artistum úr 80’unum. Alt verður keypt uttanlands, og alt er second hand. Mær dámar væl at ganga í klæðum, sum eingin annar eigur sama slag av. So tá ið eg eri uttanlands, so verður keypt inn í stórum stíli!


Enskt er tónleikamálið

Tá ið Norðurlandahúsið herfyri skipaði fyri einari sangskrivarakapping, var eitt lag hjá Guðrið við. Sjálvt um hon ikki vann, vóru tað fleiri, ið hildu 'Love is Dead' vera millum tey bestu løgini. Lagið við tí bersøgna heitinum avspeglar eisini ein sangskrivara, sum skrivar beint úr hjartanum:

- Alt er sera persónligt, sum eg skrivi um. Tað, sum hendir beint her og nú. Og kanska er tað í so persónligt ofta. Ræðuliga nógvar kenslur. Man kennir seg kanska eitt sindur illa, og tað kennist, sum man avdúkar eitt sindur ov nógv til tíðir. Men eg geri tað kortini.

Eg spyrji hana, um alt er á enskum, ella um móðurmálið eisini sleppur upp í part:

- Har er okkurt føroyskt, men tað er ræðuliga lítið. Dugi heilt einfalt ikki, sigur ein erlig Guðrið.

- Samstundis haldi eg, at enskt er tónleikamálið, um mann kann kalla tað tað. Tú kanst siga eitt á enskum, sum á føroyskum ljóðar undarligt og enntá platt! Fólk spyrja, hví eg ikki syngi á føroyskum, og nøkur hava hug til at gera tað til eina 'big deal'. Tað er nógv natúrligast fyri meg at skriva á enskum, og tí dámar mær ikki at verða tvingað at skriva á føroyskum.



- Eg elski melankoli

The Cardigans, Kate Bush og Jethro Tull eru bara nøkur fá av nøvnunum, sum Guðrið fær íblástur frá. Men sum heild er tað melankolskur tónleikur, ið henni dámar:

- Næstan allir sangirnir hjá mær ganga í mol. Tað er hetta melankolska, sum eg dyrki. Og eg elski eisini melankoli í tónleikinum hjá øðrum. Melankoli í tónleiki er fantastiskt, haldi eg. Sorgblídni. Og tað merkir tó ikki, at tú absolutt nýtist at vera deprimerað fyri tað.



Kritiskur kritikkur

Tá ið vit koma inn á ummæli í Føroyum, letur Guðrið ikki so væl at:

- Tað heila tykist eitt sindur pátikið. Konsertummælini eru ofta rættiliga rotin: hon spældi tað og tað og tað, og tað ljóðaði væl.

- Ókey, tað er eitt lítið land, so tað er kanska ikki so lætt. Eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi fingið veruligan kritikk frá nøkrum. Ella jú... Tá ið vit í Isadora And The Rebels vóru við í GBOB í heyst, vóru vit veruliga sett upp á pláss. Av tí at øll eru líka fitt og ikki siga sínan meining, so verður man eitt sindur høgur í hattinum. Men eftir okkara framførslu á GBOB tosaði eg við allar dómararnar og fekk at vita, hvat var gott, og hvat var minni gott. Og tá byrjaði tað at ganga upp fyri mær, at vit kanska ikki vóru so feit, sum vit høvdu hildið okkum verið.


Framtíðin

Ølin er tømd og kaffið drukkið, men áðrenn vit skiljast, spyrji eg um hennara framtíðarætlanir:

- Eg eri júst farin í studio við mínum nýggju tónleikarum. Sangirnir eru allir teir somu, sum vit spældu í Isadora and the Rebels, men latnir í ein heilt nýggjan ham. Eg kalli tað fólka-/popptónleik. Alt er vorðið nógv bleytari, og soleiðis vóru sangirnir eisini upprunaliga ætlaðir at vera.

Síðani spyrji eg hana hvørjar ætlanir hon hevur við hesi fløguni:

- Fyrst og fremst vil eg hava tónleikin út av verðini, tí at eg komi ikki víðari, sum nú er. Eg komi ikki víðari, fyrr enn eg havi givið tað út. Soleiðis kennist tað í øllum førum. Og tá ið tað er gjørt, kann eg fara víðari.

- Ætlanin er síðani at flyta niður til Danmarkar. Føroyar eru so lítlar, og tað skulu bara nakrar fáar konsertir til, so hevur tú spælt fyri øllum.

Dreymar?

- Mín dreymur er at liva av tónleiki. Liva væl av tónleiki.


Hvussu er at framføra?

- Eg dyrki tað. Eg elski at syngja. Men eg haldi, at eg havi nervar hvørja ferð. Tað fer ikki vekk, men tað er kanska eisini líka gott. Meiri royndir man fær, nemmari blívir tað. Men nervar havi eg altíð, sigur Guðrið og hugsar eina løtu, tá eg spyrji hana, um hesin hugurin er nýggjur ella altíð hevur verið har:

- Eg veit ikki... drívmegin hevur allatíð ligið í mær, men hevur bara verið goymd so leingi. Nú kann einki steðga mær. Nú koyrir tað bara.