Nú hevur hon tveir armar og tvey bein

Lakshmi varð fødd við fýra ørmum og fýra beinum. Nú hevur hon tveir armar og tvey bein Tað tók teimum umleið 30 læknunum eitt samdøgur at taka tvey bein og tveir armar av teirri tvey ára gomlu indisku gentuni.

-Tað gekk nógv betur enn væntað, segði Sharanu Patil, skurðlækni, sum hevði staðið á odda fyri viðgerðini. Hann greiddi frá, at eingir óvæntaðir trupulleikar høvdu verið undir viðgerðini.

Lakshmi hevði tað, sum læknavísindin rópar isciopagus. Hon var annar av tvíburðum, men menningin hjá hinum fostrinum steðgaði, og tað vaks saman við Lakshmi ístaðin fyri.