Nú hevur Dagstovnurin í Hvalba fingið navn

Kommunan fekk 20 uppskot um navn og nú er eitt navn valt burtur úr

Nýggi dagstovnurin, sum letur upp í Hvalba 1. august, eitur nú Dagstovnurin Brosið.

 

Tað hevur bygdaráðið í Hvalba gjørt av í kvøld, skrivar kommunan á heimasíðuni.

 

Nakað síðani varð navnakapping útskrivað um navn til dagstovnin og tað komu 20 uppskot inn. Eitt av uppskotunum átti Rakul Olsen, og tað var at kalla dagstovnin fyri Brosið. Og tað varð so samtykt í kvøld. Og fyri tað fær Rakul Olsen eina virðisløn upp á 3000 krónur.

Í dagstovninum verður pláss fyri børnum í vøggustovu- og barnagarðsaldri og har verður eisini frítíðarskúli fyri børnum í 1. til 3. flokki.