Í dag var sjeynda umfar í næstbestu fótbóltsdeildini. Um talan var um 27. umfar, og støðan var, sum hon er í kvøld, so høvdu tvey lið flutt upp í bestu deildina – B68 og ÍF.
B68 er næstfremst, og nú er ÍF á triðja plássi. Stóra avbjóðingin hjá fuglfirðingum seinnapartin var at spæla á heimavølli í Fløtugerði ímóti næstbesta HB liðnum.
ÍF vann 2-1, og harvið hevur sekstan stig, ið er sama stigatal, sum NSÍ hevur. Málmunurin hjá ÍF er væl betri, enn hann er hjá NSÍ, sum tískil er á fjórða plássi.
Ásetingarnar um uppflyting siga, at um talan skal vera um uppflyting, so skal liðið í minsta lagi enda á triðja plássi.
Bogi Reinert Petersen legði ÍF framum í fyrra hálvleiki eftir innlegg frá høgru. John Frederiksen javnaði í seinna hálvleiki við fínum máli, tá ið hann tamdi bóltin við bringuni og síðani smekkaði bóltin upp í hornið. Gunnar Christiansen skoraði sigursmálið, tá ið hann eftir innlegg úr vinstru hálvfluktaði bóltin av brotsteigarmarkinum og í málið.
HB hevur vunnið tveir dystir og tapt fimm.