Nú hava fuglfirðingar marginalirnar við sær

Bartal Eliasen, sum fleiri ferðir var í brennideplinum, skoraði ÍF sigursmálið so mikið seint, at klaksvíkingar so at siga ikki høvdu møguleika at svara aftur

Løgmanssteypið

Hýrurin á heimamonnunum í Fuglafirði var góður leygardagin. Eftir tætt stríð, sum var stak undirhaldandi og í løtum væl spælt, hevði ÍF kneykað KÍ 2?1. Harvið fóru fuglfirðingar annað vikuskiftið á rað av heimavøllinum sum sigursharrar. Tað hava teir nógvu tey seinnu árini ikki verið vanir við, tá ið mótstøðan hevur verið úr bestu deildini.
Marginalirnir vóru við, og tað plagar at boða frá góðum. Sigursmálið skoraði Bartal Eliasen, tá ið tað restaðu fimm minuttir. KÍ royndi at svara aftur. ÍF liðformaðurin, Eyðolvur R. Petersen, sum við kanónfluktara við vinstra beini dygst undan steðginum hevði javnað til 1?1, sá gult fyri aðru ferð og harvið reytt, men Marek Vierbiczki sendi frísparkið úr átjan metrum og høgt yvir málinum.
Sigursmálið hjá Bartali var hegnisligt. Tað vóru onkrar ábendingar um, at KÍ síðstu løtuna skuldi trýsta fyri at fáa sigursmálið. Á veg í álop mistu teir eitt sindur aftanfyri miðstrikuna, og støðan endaði við frísparki til ÍF. Áki Petersen legði innfyri, og Bartal stútaði dygst inn við handara stólpanum.
Bartal hevði havt aðrar møguleikar. Tvær ferðir í 1. hálvleiki spældi Magni á Lakjuni, sum aftur hesa ferð var mest eyðsýndi álopsmaðurin av øllum, hann leysan innanfyri ikki sannførandi KÍ miðverjuna, sum hevði ilt við at finna røttu støðurnar og oftast tapti kapprenningina við mótstøðumenninar. Bartal royndi at slíta seg leysan, men Jákup bjargaði báðu ferðirnar.
Í 2. hálvleiki var tað tætt við, at Bartal stútaði horna í málið, og so er spurningurum, um vandamikli maðurin yvirhøvur átti at spælt síðstu stóru løtuna. Við nógvari ferð leyp hann eftir horna inn í kropsskinnið á Atla Danielsen, sum hevði tak á støðuni og skuldi við høvdinum beina bóltinum burtur. Atli lá flatur, og fleiri mundu halda ondini. Bartal hevði frammanundan tiltuskað sær gult kort, og dómarin hevði ivaleyst komið við ostaflísini, um sami maður ikki hevði sæð hana frammanundan. Tíbetur fyri fuglfirðingar fór dómarahondin ikki í lumman.

Trupulleikar í báðum endum
KÍ hevði sínar møguleikar, og tað vóru eisini teir, sum fingu hol á. Eftir horna úr høgru smekkaði Niclas Niclasen til úr stuttari fjarstøðu. Verjuspælarin bjargaði á strikuni, men bólturin fór til Stig Aksnes, sum úr stuttari fjarstøðu smekkaði í kassan. Bara lítil løta var eftir til steðgin, og tað tóktist sum um KÍ undir hvíldini skuldi eiga týdningarmikla sinniliga yvirskotið. So var tað, at Eyðolvur R. Petersen fluktaði so væl, sum hann neyvan hevur gjørt áður, og harvið vóru tað fuglfirðingar, sum vóru serliga væl nøgdir, tá ið fyrra umfarið var liðugt.
Serliga í 1. hálvleiki gekk skjótt úr øðrum endanum og í hin. Atli Danielsen og Arnold Joensen høvdu góðar royndir, og tíðliga í 2. hálvleiki hevði Erling Fles risa møguleika eftir innlegg frá Stig Aksnes, men honum eydnaðist ikki at stýra bóltinum innanfyri málkarmin.
ÍF miðverjan var ikki sannførandi, men tað kom væl við hjá teimum, at tyngdin í álopspartinum hjá KÍ ikki var tann, sum hon var hjá heimaliðnum.