Nógvur tónleikur á gongugøtuni

Fólkatónleikur, popptónleikur og bluestónleikur er nakað av tí, ið TUTL bjóðar í gongugøtuni í Havn hesa vikuna. Lív Næs leggur fyri í dag, Líggjas Olsen spælir í morgin og Thomas Loefke mikudagin.

 

Síðani verða tvær útgávukonsertir í endanum á vikuni. Hósdagin kemur fløgan hjá Norðuratlantshavsblús og fríggjadagin er tað Øssur Johannesen og Agnar Lamhauge, ið hava útgávukonsert.

 

Allar konsertirnar byrja klokkan fýra.