Nógvur skattaundandráttur í ES

ES-tingið heitti í gjár á ES-londini um at gera sær størri ómak við heimligu lóggávunum, so sleppast skal undan, at so nógvir ES-borgarar gerast flóttar, bara so teir kunnu sleppa sær undan at rinda skatt.

Í eini yvirlýsing sigur ES-tingið, at londini fram til 2020 eiga at samlaði árligi skattaundandrátturin í ES, sum er heilar 7.500 milliardir krónur, eigur at fáa niður í helvt.

Samstundis vil ES-tingið hava ES-leiðararnar at semjast um herd átøk mótvegis sokallaðum “skattaparadísum”, umframt at hol í lóggávunum skulu latast aftur og møguleikarnir fyri skattasviki skerjast munandi.

Hesi viðurskifti standa ovarlaga á skránni fyri ES-toppfundin, sum er í Brüssel í dag.