Nógvur roykur men ongin eldur í barnagarði í Havn

Seinnapartin í gjár boðaði roykávaringin í barnagarðinum á Norðasta Horni frá eldi, og av tí sama vórðu øll børnini flutt úr barnagarðinum og út um. Løgreglan sigur, at tað var rættiliga nógvur roykur, men tá ið tey fóru inn í barnagarðin at kanna, hvaðani roykurin stavaðu, funni tey ongan eld.

 

Afturfyri funnu tey eitt skeribretti av plasti, sum onkur hevði verið so óansin at leggja á eina tendraða kókiplátu, og tað var hetta brenda plastið sum gjørdi allan roykin. Sostatt var ávaringin avblást og eftir at tey høvdu luftað væl og virðiliga út, sluppu børnini inn aftur í øllum góðum.