Nógvur gróður á landgrunninum

Úrslitið av yngul- og ætikanningum, sum Magnus Heinason gjørdi á landgrunninum í fyrru helvt av juni, var gott. Havstovan skrivar á heimasíðuni, at á landgrunninum er gróðurin í ár væl yvir miðal, og at fiskayngulin er yvirhøvur væl vaksin við nógvari føði í maganum.

Sagt verður eisini, at sera nógv varð fingið av hvítingsbróðuryngli, og harafturat varð væl eisini fingið av nebbasilda-, toska- og hýsuyngli.

Kanningin hjá Havsrovuni var frá 17. til 29. juni.