Ein av heilt sermerktu búnunum, sum var at síggja til Ólavsøkusetanina, var hesin úr Norra. Unga parið er úr eini bygd í Sætesdal, og litfagra fólkadraktin er eyðkenni fyri júst hetta økið. Tey bæði Walborg Eikhólm Henningsen og Kjell Ove Tveiten eru í Føroyum og halda summarfrí og nýttu sjálvsagt høvi at halda Ólavsøku eisini. Walborg er hálvur føroyingur, og hon vitjar javnan í Føroyum. Men hetta var fyrstu ferð hon hevði norska unnustan við til Føroyar. Hann var sera hugtikin av góða stemninginum og av at síggja so nógv fólk, bæði børn og vaksin, í føroyskum búna.
- Hetta minnir ikki sørt um norska tjóðardagin, helt Kjell Ove fyri.
Norska fólkadraktin, parið er í, verður nýtt til serstøk høvi, eitt nú norska tjóðardagin 17. mei og onnur hátíðarhald. Unga parið avdúkaði eisini, at tey sjálvandi fara at vera í fólkadraktini, tá tey skulu giftast næsta summar.
Myndtxt.
Walborg Eikhólm Henningsen og Kjell Ove Tveiten spákaðu í gøtunum á Ólavsøku í hesi sermerktu fólkadraktini frá Sætesdal í Norra