Danska løgreglan hevur tikið fleiri útlendingar í sambandi við ófriðin í Keypmannahavn og leitar nú eftir fleiri. Bæði gjáranáttina og í nátt vóru fleiri útlendingar millum teirra, sum vórðu tikin undir ófriðinum á Nørrebro og aðrastaðni í Keypmannahavn. Í nátt vórðu millum annað fleiri týskarar tiknir.
Fyrrapartin fór løgreglan at leita eftir útlendskum ungdómum, sum eru komnir til Keypmannahavnar at taka lut í ófriðinum. Millum annað hevur løgreglan gjørt húsarannsóknir ymsastaðni.
Ein talsmaður hjá løgregluni sigur við TV2, at útlendsk ungfólk, sum kunnu setast í samband við ófriðin, verða víst av landinum.










