Fótbóltur
Sum vit skrivaðu í hósdagsútgávu okkara, so verður bert talan um tað eina valevnið, tá FSF um eina viku fer at hava aðalfund. Dánjal Andreasen varð fyri einum mánaði síðani skotin upp av nevndini hjá FSF, og hóast dúgliga hevur verið tosað um onnur valevnið, so er veruleikin tann, at leirvíkingurin er einasta valevnið, og tískil longu kann fara undir at fyrireika seg til nýggja sessin.
Nógvir um boðið
Er formansvalið ein avgreiðsluspurningur, so tykist spenningurin um nevndarvalið at vera munandi størri.
Fyri vali standa Jákup Simonsen og Karl Vidtfeldt, og ikki færri enn seks valevnið er stillaði upp til hesar báðar sessirnar. Umframt teir báðar, Jákup og Karl, so er talan um Christian Andreasen úr Havn, Sveinbjørn Danielsen úr Hvalba, Rúna Heinesen úr Klaksvík og Mortan Poulsen úr Havn. Hesin seinast nevndi er varalimur í nevndini hjá FSF, og í løtuni røkir hann sessin hjá Óla Holm, sum noyddist at siga sessin frá sær, tá hann gjørdist landsstýrismaður. Eisini Sveinbjørn Danielsen er í løtuni varalimur í nevndini.
Grundað á undirtøkuna, sum Christian Andreasen tóktist hava sum formansvalevni, so er lítið at ivast í, at hann kann fáa hópin av atkvøðum til nevndarvalið, og so er spurningurin, hvussu kappingin um næsta sessin fer at verða. Eisini kann triði sessurin gerast rættiliga spennandi, tí sum sagt er Óli Holm í løtuni í farloyvi, og tað kann ikki útilokast, at hann framhaldandi er landsstýrismaður eftir komandi løgtingsval. Tí kann ein varasessur eins væl gerast ein fastur sessur í nevndini hjá Fótbóltssambandinum komandi árið.
Eftir at aðalfundurin er av, umleið kl. 13.00, fer Fótbóltssambandið so eisini at sýna fráfarandi formanninum tann heiður, at skipa fyri almennari móttøku. Frá FSF verður sagt, at hetta kann ikki metast sum annað enn náttúrligt eftir alt tað arbeiði, sum Torleif hevur gjørt fyri føroyskan fótbólt seinnu mongu árini, og hetta ætla teir sær soleiðis at takka fyri.,









