Nógvir svartir 1.000 krónuseðlar

Næstan helmingurin av pengaumfarinum í Danmark er 1.000 krónuseðlar, og sambært serkønum er tað eitt tekin um ein umfatandi kriminellan búskap.

Tjóðbankin sigur, at seinasta ársskiftið vóru 65 milliardir krónur í umfari í Danmark, og at av hesum vóru 32 milliardir í 1.000 krónuseðlum.

Vagn Greve, sum er professari í búskaparligum kriminaliteti, sigur við metroexpress, at stórir seðlar fylla ikki so nógv og eru tí lættari at flyta, so tað er ikki løgið, at teir eru betri umtóktir í tí kriminella búskapinum.

Fíggjarserfrøðingurin John Norden er samdur við professaranum.

-Orsøkin til, at tað eru so nógvir 1.000 krónuseðlar, sum sjáldan koma undan kavi, er, at teir verða brúktir til kriminalitet og svart arbeiði, sigur hann.

Løgreglan í Keypmannahavn váttar fyri metroexpress, at tá løgreglan leggur hald á pengar hjá kriminellum, er tað sum oftast 1.000 krónuseðlar.