Nógvir stríðast um Europa plássið

Meistaraliðið hjá B36 hevur ilt við at fylgja við, meðan bæði KÍ og GÍ hava hug at stinga seg fram

SAMANUM 9. UMFAR

Kappingarárið er hálvrunnið. Níggju tey fyrru umførini eru broytt frá at vera ætlanir í skipanini til dystir, undirhald, sigursrús og vónbrot á vallunum.
Níggjunda umfarið er ikki heilt liðugt, tí Skála og B68 skulu spæla í annaðkvøld. Dystirnir, sum vórðu spældir í vikuskiftinum, lagaðu seg partvís soleiðis, sum tað kundi roknast við, men ikki heilt.
At HB vann stórt í Gundadali ímóti TB boðar frá, at oddaliðið er væl fyri, samstundis sum tað boðar frá, at hóast TB er trý stig undan Skála í botninum, so eru tvørámenn ringast fyri í løtuni. Í níggju teimum fyrstu umførunum eru 38 mál farin ígjøgnum hjá Lars Müller. Tað vil siga, at mótstøðuliðini í miðal hava skorað fleiri enn fýra mál. At TB í fyrsta umfarinum vann 1?0 ímóti VB er framvegis sera avgerandi fyri tvørámenn. Men á Tvøroyri eru teir greiðir yvir, at tað skal hilnast betri eftir summarsteðgin, um teir skulu røkka málinum, sum er at varðveita plássið í bestu deildini. Og teir siga seg ætla at gera nakað við tað.

Europeiska stríðið
Við stórsigrinum á TB kom HB einsamalt á odda, og Andrew av Fløtum staðfesti, at í løtuni er hann vandamiklasti álopsmaðurin í landinum.
Fyri HB mundi tað koma sera væl við, at NSÍ ikki megnaði at fáa nakað sum helst, tá KÍ var í Runavík. Tað var ein dyggur smeitur hjá NSÍ, sum við taptinum misti tað eyka takið, sum teir fingu, tá teir í sætta umfarinum væl og virðiliga settu B36 upp á pláss í Gundadali. Ofta hevur verið sagt um NSÍ, at teir hava ikki verið støðugir og harvið ikki hava megnað at hildið seg á toppinum, tá tað hevur verið framundir einari tílíkari støðu. Tað hevur higartil í ár tykst sum um, at tað skuldi eydnast hesa ferð hjá NSÍ. Tað kann væl vera, at tað fer at eydnast, sjálvt um tað kiksaði ímóti KÍ, men hesi stigini fer NSÍ ikki at fáa aftur.
Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at KÍ skuldi stríðast millum tey bestu. At klaksvíkingar hava havt spælarahópin við eina størstu gávunum hevur verið lítil ivi um. Men tað vístu teir ikki tíðliga á árinum. Sunnudagin tóktist tað sum um, at Kurt Mørkøre er um at fáa góðu spælararnar at verða eitt gott lið. Ivaleyst sótu nógvir klaksvíkingar sunnudagin frammanfyri útvarpstólið og bitu negl, meðan teir iðraðu seg um, at teir ikki vóru farnir til Runavíkar. Kanska kassameistarin hjá Skála komandi sunnudag fer at fáa ágóðan av tí.
KÍ vil fegið vera við í toppinum. Og tað kann eydnast hjá teimum at blanda seg uppí. Teir eru bara eitt stig frá næstovasta plássinum, og teir eiga HB í Klaksvík 4. august. Tað kann skjótt gerast til ein stórdyst av tí gamla slagnum.
GÍ hevur eisini haltað nógvu tey fyrstu umførini. Men nú sær betri út hjá teimum. Møguleikarnir at seta liðið saman og at vinna eru vornir hópin størri, eftir at Súni Olsen og Henning Jarnskor eru komnir afturat, og tað verður uppaftur betri, um vónin um, at Kryztof Popczynski heilt skjótt skal verða førur fyri at spæla, fer at gerast til veruleika. Okkurt árið hevur GÍ tikið nógv stig innaftur eftir summarsteðgin. Nú eru teir bara fýra stig frá oddaliðnum, og gøtumenn skulu avgjørt ikki avskrivast. 25. august eiga teir HB í Serpigerði.
Umframt HB, NSÍ, KÍ og GÍ er í løtuni B68 við í stríðnum um fremstu plássini. Toftamenn eiga at skammast yvir leygardagin, sum enn eina ferð var áminning um, at føroysk feløg hava sera ilt við at standa seg í altjóða kappingunum. B68 hevur spælt nógvar dystir seinastu tíðina. Í annaðkvøld og sunnudagin skulu teir spæla dystirnar, sum verða avgerandi fyri, um B68 eftir summarsteðgin skal stríðast um heiðursmerkini ella ikki.
Á jóansøku tapti B36 fyri fjórðu ferð í hesum kappingarárinum. Úrslitið var staðfesting av gongdini, síðani B36 í 1997 vann fyrsta FM heitið í 35 ár. Hon hevur verið, at tað liðið, sum eitt ár vinnur FM, ikki endurtekur meistaraskapin árið eftir. B36 er nú á sætta plássinum. Stigamunurin fram til hini er ikki so ógvuliga stórur, men gongdin tær seinastu ferðirnar hjá B36 hevur ikki verið sannførandi.

Góð jóansøka
VB tykist hava fingið góða nyttu burturúr, at venjarin varð skiftur út. Fyrst fingu teir javnleik í torføra útidystinum í Klaksvík, og jóansøkuaftan vunnu teir á heimavølli ímóti B36. Trý stig á jóansøku og sigur til Smyril í kappingini millum 6?mannaførini við monnum (tað venda vit aftur til í morgin) var so gott, sum tað bar til at vera hjá vágbingum.
Við sigrinum á B36 er VB heilt sloppið burtur úr botnstríðnum, sum teir ikki eiga at vera partur av.
Í botnstríðnum er ein sera týdningarmikil dystur á skránni komandi vikuskifti. Tá skal illa sperda TB norður á Mølina á Eiði. Um TB fær stig burturúr tí dystinum, verða tað framvegis trý lið, sum skulu kappast um at sleppa undan beinleiðis niðurflyting. Um TB fer suður aftur við ongum, skulu teir stríðast við hitt uppflytaraliðið, Skála, um at sleppa undan beinleiðis niðurflytingini.
Skála eigur framvegis fyrsta sigurin á í landskappingini. Teir eiga heimavøll ímóti B68 og KÍ ávikavíst í annaðkvøld og sunnudagin. Um mett verður út frá støðutalvuni, so sær tað einki út hjá Skála. Men bólturin er framvegis rundur, og teir tríggir rumensku spælararnir kunnu kveikja undir, so íblásturin verður til staðar, sum skal til, um Skála skal standa seg ímóti B68 og KÍ.