Tað stendur ikki á at fáa løgfrøðingar at verja Saddam Hussein.
Meiri enn 2.000 løgfrøðingar buðu sær til at verja hann, tá kona hansara søkti eftir verjum. Umleið 400 umsóknir vóru frá løgfrøðingum í Evropa og USA, og felags fyri allar er, at teir eru til reiðar at átaka sær uppgávuna uttan at krevja pengar afturfyri.
Fyribils eru 21 sakførarar settir at verja Saddam Hussein. Teir hava hildið til í Jordan ta seinastu tíðina, men ætla sær til Bagdad um nakrar dagar. Ætlanin er, at fleiri av hinum, sum hava boðið sær til at hjálpa Saddam, skulu fara til Bagdad samstundis. Sum skilst verða fleiri hundrað løgfrøðingar og sakførarar í ferðalagnum.