Síðani í vár hevur tað verið alment kent, at Frem, gamla arbeiðarafelagið í Valby, sum Atli Danielsen umboðar, hevur verið fíggjarliga ógvuliga illa statt.
Hesin veruleikin hevur havt við sær, at felagið ikki hevur havt loyvi at skriva sáttmálar við nýggjar spælarar, og at hóttanin av húsagangi støðugt hevur hingið yvir felagnum.
Nú tykist tað at gerast ljósari, og um tað verður veruleiki, sum danskir fjølmiðlar við góðum keldum í felagnum bóru víðari í gjár, so verður ikki talan um húsagang. Heldur verður tað soleiðis, at felagið fer at fáa møguleika at keypa nýggjar spælarar.
Felagið Gourmetbryggjaríið hevur gjørt av at seta milliónir í felagið. Harafturat hava flestu av teimum, sum Frem skyldar pengar, gingið við til, at tey fáa ein fimting av tí, sum tey eiga til góða hjá felagnum.
Roknað verður við at avtalurnar verða komnar upp á pláss innan tvær tær næstu vikurnar. Um tað ikki eydnast, at fáa felagið úr fíggjarliga óførinum, so eru ásetingarnar soleiðis, at seks stig fara at verða tikin frá Frem. Tað fer at bera við sær, at tað verður ógvuliga torført hjá Frem at varðveita plássið í næstbestu deildini.
Sunnudagin var sjøtil settur á nýggja kappingarárið í næstbestu deildini. Atli Danielsen og liðfelagarnir í Frem vóru í Næstved, og har gekk tað ikki meiri enn passaligt hjá Frem. Eftir 1. hálvleik var heimaliðið frammanfyri 1-0, og Næstved vann 4-0.
Ein av orsøkunum til vánaliga úrslitið var, at Frem tíðliga í 2. hálvleiki misti ein mann, sum sá beinleiðis reytt kort.
Í summar eru fleiri spælarar farnir úr Frem og í onnur feløg. Ein av hesum er Gunnar Nielsen, føroyski U-21 landsliðsmálverjin, sum nú roynir seg í Onglandi.
Ein annar, sum hevur spælt í Frem, og sum nú roynir seg í øðrum felag, er Denni Conteh. Hann er í Klaksvík, har hann royndi seg fyri fyrstu ferð, tá ið KÍ leygardagin vann 1-0 á heimavølli ímóti Skála.










