FSF-stríð
Sjálvt brævið, sum varð sent Dánjali Andreasen tann 7. januar í ár, er væl drúgvari enn tað, sum framgongur aðra staðni á hesum síðum, men ákærupunktini í hesum eru klokkuklár.
Teir fýra nevndarlimirnir, sum hava skrivað undir brævið, siga seg als ikki kunna góðtaka arbeiðsháttin hjá verandi formanninum, og heita tí á hann um at umhugsa sína støðu. Í brævinum verður eisini staðfest, at nevndarlimirnir undrast á útmeldingina frá FSF-formanninum, tá hesin í november mánaði seg taka við afturvali, og minna eisini á, at enn er komandi aðalfundurin als ikki umrøddur á nevndarfundi. Tað vil millum annað siga, at nevndin tá als ikki hevði tikið støðu til, hvønn hon fór at peika á sum formansevni.
Ikki bøtast uttan víðari
So klárt, sum hetta brævið er skrivað, so er einki at ivast í, at djúpar rivur hava verið í samstarvinum millum FSF-formannin og ein meiriluta av nevndini. Í summum førum somikið djúpar, at tær neyvan lekjast aftur í bræði, og so slettis ikki við einum skrivi upp á 10 reglur, sum verður sent feløgunum.
Hetta seinsta er annars júst tað, sum eftirfylgjandi er hent. Starvsnevndin segði seg týsdagin vera samda um at leggja stríðið niður viðvíkjandi formansstarvinum til aðalfundin, og at Rúni Heinesen sostatt tekur seg aftur sum formansevni.
Tær 10 reglurnar, sum vórðu sendar feløgunum, siga tó ikki so nógv um, í hvønn mun nøkur semja er fingin í lag. Einasta, sum partarnir tykjast vera samdir um, er, at greiðar mannagongdir fyri samskiftið við nevnd, undirnevndir, umsiting og limafeløg skulu gerast, og at skilnaður skal gerast í umsitingini millum ábyrgdina av bókhaldi og fíggjarligum flytingum.
Hetta seinasta hevur fingið mong at hveppast eitt sindur við, tí frammanundan er skilnaður millum flytingar og bókhald. Rúni Heinesen segði tó til hetta, at ætlanin við hesum einamest var at taka nakrar byrðar frá formanninum.
Einaræðisharri
Eftir at brævið, sum varð sent Dánjali Andreasen er vorðið alment, tykjast fleiri av temum, sum vara av FSF standa við sama spurningi: Er tað veruliga so, at Fótbóltssambandið verður stýrt diktatoriskt av einum maktsjúkum formanni?
Heilt so galið er tað neyvan, men nógv í skrivinum bendir tó á, at týðandi mál fyri føroyskan fótbólt als ikki verða viðgjørd í nevndini.
Ikki minst er tað skelkandi lesnaður, tá tað stendur skrivað, at nevndin mest sum onga kunning fær í málum, sum snúgva seg um altjóða limaskapin hjá Føroyum, og at nevndin heldur ikki tekur støðu til, hvussu FSF skal greiða atkvøðu, tá altjóða fundir eru á skránni.
Hetta bendir í øllum førum tann vegin, at formaðurin einsamallur ger av, hvat FSF skal halda í slíkum førum, og onnur brot úr brævinum benda a sama bógvin. Sagt verður, at formaðurin er óliðigur, og at hann á ein ófantaligan hátt roynir at trumfa sín vilja oman yvir nevndina, tá mál verða viðgjørd.
Og so er tað heldur ikki altíð, at mál fáa nakra viðgerð. Eitt nú verður sagt, at prinsipiell mál fyri føroyskan fótbólt als ikki verða viðgjørd á nevndarfundum, og hetta má vera nakað, sum fær allar alarmklokkur at ringja.
Eitt tað størsta arbeiðið, sum FSF hevur framt hesi seinastu nógvu árini, er nevnliga ein miðvís menning av útbúgvingarøkinum, soleiðis at Føroyar í dag í nógv størri mun sjálvir hava tann kunnleika, sum er neyðugur í eitt nú fótboltsvenjing og ?fyriskipan. Er tað, sum er nevnt í skrivinum, rætt, so tykist hetta arbeiði nú at vera steðgað fullkomuliga upp, og tað vil so á ongan hátt koma føroyskum fótbólti til gagns.
Forkláringstrupulleika
Og eftir stendur nú spurningurin, hvussu arbeiðslagið verður, tá aðalfundurin fyri 2004 er av. Verður tað so, at Dánjal Andreasen tá framvegis er formaður, tykjast teir nevndarlimirnir, sum hava sent brævið, og sum tá framvegis eru í nevndini, at hava ein stóran forkláringstrupulleika.
Skulu teir tá framhaldandi samstarva við einum formanni, sum teir ikki hava álit á, og sum teir ikki meta er rætti maðurin at stjórna Fótbbóltssambandinum, so tykist hetta krevja fleiri stór fet aftur eftir hæli og nógvar kamelar aftur við døgurðanum. Kanska var tað eisini hetta, sum varð gjørt, tá skrivið til feløgini varð sent út mikudagin.