Karen Marie Olesen, fúti, boðar í kvøld frá teimum starvssetanum, sum eru gjørdar í sambandi við bygnaðarbroytingarnar hjá politinum í Føroyum. Leysu størvini sum politikommisserar eru frá 1. apríl 2010 sett við hesum fólkum:
Bergleif Brimvík, sum inntil víðari virkar sum leiðari í kanningardeildini við staðseting í Tórshavn
Kristjan Martin Joensen, sum inntil víðari virkar sum sekretariatsleiðari við staðseting í Tórshavn
Kári Thorsteinsson, sum inntil víðari virkar sum - økisleiðari - i Norðurøkinum við staðse-ting í Klaksvík
Andras Marr Poulsen, sum inntil víðari virkar sum - økisleiðari - i Miðøkinum við staðseting í Tórshavn.
Harumframt er Jaspur Vang útnevndur sum varapolitikommiserur og fyribils settur som po-litikommisserur og inntil víðari settur at virka sum - økisleiðari - í Suðurøkinum við staðse-ting á Tvøroyri.
Tey leysu størvini sum varapolitikommisserar eru frá 1. apríl 2010 sett við:
Jón Carlsson, sum inntil víðari virkar sum vaktleiðari í Tórshavn
Rani Wardum, sum inntil víðari virkar sum vaktleiðari í Tórshavn
Kristina Christiansen, sum inntil víðari virkar sum vaktleiðari í Tórshavn
Kristian Dahl, sum inntil víðari virkar sum vaktleiðari í Tórshavn
Arvid Nilssen, sum inntil víðari virkar sum vaktleiðari í Tórshavn
Heri Andreassen, sum inntil víðari virkar sum vaktleiðari í Tórshavn
Martin Berg, sum inntil víðari virkar sum vaktleiðari í Tórshavn/tilbúgving
John Martin Olsen, sum inntil víðari virkar sum dagligur leiðari av politistøðini í Miðvági og sum varamaður fyri økisleiðaran í Miðøkinum
Hallgrím Hansen, sum inntil víðari virkar sum dagligur leiðari av politistøðini í Runavík og sum varaleiðar fyri økisleiðaran í Norðurøkinum.
Harumframt eru Jógvan Páll Joensen og Hildur Hentze Sørensen fyribils sett sum varapoliti-kommiserar, hvar Jógvan Páll Joensen inntil víðari virkar sum vaktleiðari í Tórshavn og hvar
Hildur Hentze Sørensen inntil víðari virkar sum varaleiðari í kanningardeildini.
Tey leysu størvini sum deildarleiðarar eru sett við:
Jákup-Alberg Berg, sum inntil víðari virkar sum leiðari av starvsfólkaumsitingini
Jákup Heygsá, sum inntil víðari virkar sum leiðari av fyrisiting og økonomi.










