Ein lítil trupulleiki á summum valstøðum var, at sprekkan í atkvøðukassanum var ov stutt ? og soleiðis eisini ov trong - til teir breiðu valseðlarnar hesaferð Valdagurin er ein langur dagur í valhølunum hjá teimum, sum eru í valnevndunum og skulu syrgja fyri, at alt gongur regluliga fyri seg.
Á nógvum valstøðum møttu valnevndarumboðini longu klokkan 08, tí brævatkvøður skuldu kekkast og fáast upp á pláss.
Klokkan 10 leygarmorgunin lótu valhølini upp, og nógvastaðni hevur ikki verið liðugt at telja upp fyrr enn ein til tveir tímar eftir, at valhølini lótu aftur klokkan 20.
Soleiðis er hetta ein langur dagur hjá teimum, sum sita í valnevndunum. Men hetta er eisini ein hugnaligur dagur, har valnevndarumboð hitta nógv fólk, sum leita sær á valstaðið.
Ein lítil trupulleiki á summum valstøðum var, at sprekkan í atkvøðukassanum var ov stutt ? og soleiðis eisini ov trong - til teir breiðu valseðlarnar, nú flokkarnir stóðu í tveimum røðum niðureftir.
Portalurin hevur frætt, at á summum valstøðum var neyðugt at fara eftir sagini og saga sprekkuna í valkassanum breiðari. Hetta var nakað, sum valnevndarumboð í summum førum ikki høvdu hugsað um frammanundan, og tí varð ikki funnið út av hesum, fyrr enn fyrstu veljararnir vóru komnir á valstaðið.
Sum skilst, tarnaði hetta kortini ikki tað stóra.