Nógvar sparingar við nýggjari hjábreyt

Hugskotið um eina flogbreyt gjøgnum Klovan tykist hava stóran áhuga, helst tí at nógvar sparingar eru við at brúka felags terminal og aðrar fasilitetir saman við verandi vølli Í farnu viku kom fram uppskotið hjá Sørvágs kommunu um at gera nýggja hjábreyt til flogvøllin norð gjøgnum Klovan í nánd av verandi flogvølli í Vágum.

Borgarstjórin í Sørvági, Jákup Suni Lauritsen hevur síðani uppskotið kom fram fyri almenningin í farnu viku, kunnað nevndina í P/F Vága Floghavn um uppskotið. Nevndin er á einum máli um, at uppskotið er sera áhugavert og letur upp fyri fleiri spennandi møguleikum rakstrarliga, og tá talan er um logistik.

Sørvágs kommuna hevur givið P/F Vága Floghavn tilsøgn um eina positiva viðgerð av útbygging av flogvøllinum í Vágum. Kommunan, er umframt at vera uppskotsstillari til nýggja flogvøllin í Klovanum, eisini byggimyndugleiki á økinum. Partarnir eru samdir um at hava tætt samskifti um málið.

Sagt verður, at P/F Vága Floghavn hevur enn ikki fingið tær heimildir frá Løgtinginum, sum eru neyðugar, fyri at fara til verka í Vágum.

- Vit vóna og vænta, at eitt av fyrstu málunum sum nýggja løgtingið avgreiðir, tá tað fer til arbeiðis, er at geva nevndini í P/F Vága Floghavn neyðuga myndugleikan at fara til verka, so útbyggingin av Vága Floghavn kann fremjast, sigur Jákup Suni Lauritsen.Sørvágs kommuna er eisini í samband við Landsverk. Partarnir fara í næstum at tosa saman um uppskotið.