Bramafiskur tykist viðhvørt at gera innrás her hjá okkum við tað at hann summi ár ferðast meira norðuryvir enn onnur ár. Fiskurin er sostatt ein ?tilvildarligur gestur? sunnaneftir her hjá okkum.
Elsta kenda fráboðanin um bramafisk við Føroyar er frá 1850 (Zoology of the Faroes, Marine and Freshwaterfishes, J. S. Joensen & A. V. Tåning, Copenhagen 1970 s. 132). Hann hevur síðan við jøvnum millumbilum verið at fingið her.
Seinnu helvt av 1970?unum var hópin av bramafiski at fáa her um leiðir, síðan onkur hendinga, eitt sindur meira okkurt árið seint í 1980?unum, men síðan 2005 til nú í september 2008 er hann so aftur í rættiliga stórum nøgdum. Hann fæst onkuntíð inni við land, men tað eru serliga skipini, sum royna út frá landi, sum fáa hann, t.d. á Munkagrunninum, Skeivabanka og á bankunum vestanfyri (Føroyabanka, Ytrabanka og Lúsabanka), men eisini eystanfyri, norðanfyri og á Íslandsrygginum fæst hann.
Hesin fiskurin livir annars um øll heimshøvini í flógvum sjógvi. Hann verður upp til 100 cm í longd, men her um leiðir sjáldan yvir 60 cm.
Fiskurin er væl etandi, hevur ein fínan konsistens og smakkar serliga væl. Við Føroyar hevur umleið annarhvør fiskur ein sník (parasitt) í flakinum. Hesin sníkur er ein ormur, ella ormsegg, sum sæst væl, gulur á liti og tað flotnar nakað út, tá knívurin rakar á hann. Hesin sníkur verður skorin burturúr flakinum, flakið verður skolað í vatni og so er fínasta slag at eta fiskin, eftir at hann er væl stoktur ella kókaður, skrivar Rógvi Mouritsen, biologassistentur á heimasíðini hjá Fiskirannsóknarstovuni.