Nógvar atkvøður ganga leysar í Eysturoynni

Árni Gregersen hevur fyri Rás 2 gjørt eina samrøðu við Jóannes Hansen um kommunuvalið í Eysturoynni.

 

 - Í Fuglafirði vænta tey, at nýggi listin fer at fáa undirtøku, men tað er óvist, hvussu stóra undirtøku, sigur Jóannes Hansen, valserfrøðingur.

 

Hann sigur, at tað ganga nógvar atkvøður leysar í Fuglafirði, nú toppskorarin, Dánial Vang, ikki stillar upp aftur.

 

Í Eysturkommunu hava tey bæði valini, sum hava verið, verið eyðkend av, at stórar útskiftingar hava verið á hvørjum vali.

-          Tað er stórur spenningur um valið hesa ferð, um tað fer at líkjast undanfarnu valum á sama hátt, at stórar útskiftingar vera, ella um kommunan nú er somikið samansjóað, at valið hesa ferð, fer at líkjast tí síðst, sigur Jóannes Hansen.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Jóannes Hansen hevði við Rás 2 um kommunuvalini í Fuglafirði, Eysturkommunu og hinum kommunum í Eysturoynni.