Nógv ymiskt av seyði

Árligi barnadagurin varð hildin seinasta fríggjadag. Og har var einki ullint yvir degnum, tí børnini høvdu veruliga gjørt sær ómak.

Í longri tíð hava børnini í Klaksvík sæð fram til fríggjadagin í farnu viku.
Seinnapartin henda fríggjadagin lat nevniliga upp ein framsýning av einum hópi av lutum úr ull, sum hesi hundraðtals børnini sjálvi høvdu gjørt.
Talan er um børnini, sum eru knýtt at dagrøktini og barnagørðunum í kommununi, og sum ein dag um árið hittast til ein serstakan dag við nógvum ymiskum á skránni.
Fríggjadagurin 29. apríl var so tann stóri dagurin, tá framsýningin lat upp.

Kann koma aftur
Fram til henda fríggjadagin høvdu tey arbeitt við ull. Nú skuldi so vísast fram fyri foreldrum og øðrum áhugaðum, alt tað tey høvdu greitt úr hondum.
Og tað var ikki hissini lutir, sum hesi børnini høvdu gjørt. Har vóru bóltar, prýðislutir, slangur, hálsbond, ymiskt av og um seyð og mangir aðrir lutir, umframt ein hóp av myndum.
Sum skilst hava børnini veruliga stríðst fyri at úrslitið skuldi gerast so gott sum tilber. Tey hava tøvt og tey hava veruliga tikið ímóti øllum tí, sum starvsfólkini á barnagørðunum og dagrøktini hava lært tey.
Starvsfólkini hava sjálvi fingið undirvísing í arbeiðinum við ullini, og sigast kann, at tey hava fingið nógv burtur úr, og hava haraftrat dugað at lært frá sær.
Tað er tí ikki at taka seg aftur í, at fleiri av børnunum hava stuttleikað sær so nógv, at tey hava spælt at tey tøvdu, eisini tá tøvingin var liðug.
Ull var Føroya gull fyrr í tíðini. Kanska tann tíðin kemur aftur.