Gravgangur eftir at síggja og hoyra Joan Ørting, sum er kend frá ?Sex Skolen? á donsku sjónvarpsrásini TV3
- Tað sær út til at blíva eitt heitt og spennandi leygarkvøld á Hotel Føroyum, tí nógv eru tey sum ynskja at hoyra og síggja kenda danska sexulogin Joan Ørting, sigur ein av fyrireikarunum.
Hann sigur, at Joan gleðir seg eisini nógv til fyrilesturin, tí hetta er fyrstu ferð hon heldur fyrilestur uttan fyri Danmark.
Fyrilestur hennara eitur ?MEIR AV TÍ GÓÐA?, og er hann um driftina og erotikkin millum mann og kvinnu. Á tiltakinum, sum byrjar kl. 20.00, verður eisini nógv annað enn Joan. Umframt at tað verður ein framsýning við Guðrun & Guðrun, so verður eisini ein mótasýning við Maluni á Lofti, Siri og Royal. Í steðginum verður nógv gott til góman.
- Joan gleðir seg eisini ótrúliga nógv, tí hetta er fyrstu ferð hon er í Føroyum, og ætlar hon at fáa nógv burtur úr Føroyaferðini, siga fyrireikararnir.