Tiltakið Vetrarljós verður í annaðkvøld - leygarkvøldið 3. februar - í Havn fimmta árið á rað, og tað er Visit Tórshavn, sum samskipar tiltakið í samstarvi við ymiskar aktørar í býnum.
Í stuttum er hetta eitt hátíðarhald av, at vit ganga ímóti ljósari tíðum.
- Tað verða nógv tiltøk á skránni í miðbýnum í annaðkvøld frá klokkan 19 og fram til á midnátt, og í ár eru tað kaffistovur, barrir, handlar, samkomur og onnur, ið skipa fyri konsertum og øðrum tiltøkum.
Hjá Visit Tórshavn siga tey, at meira kunning um kvøldið í annaðkvøld kann lesast á Facebook-síðuni - Vetrarljós - og tiltakið er ókeypis.