Nógv tiltøk á skránni í Mentanarhúsinum

Í kvøld og annaðkvøld verður seksti-og sjeytiáradansur við Silly Boys, Absurdy Fair og Atlas.

Tiltøk

Tað hevur eydnast teimum, sum stíla fyri í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, at
skapa áhugaverdar og fjølbroyttar karmar um húsið við alskyns tiltøkum til allar
aldursbólkar og áhugabólkar.
Í kvøld og annaðkvøld verður seksti-og sjeytiáradansur við bólkunum, Silly
Boys, Absurdy Fair og Atlas. Síðst nevndi er ein samanrenning av ?gomlum? og
nýggjum kreftum innan tónleikaheimin. Flestu, sum eru í bólkinum, Atlas, hava
røtur í gomlu bólkunum, vit kenna, meðan yngsti leikarin hevur verið á palli
saman við Brandi Enni!
So, her kunnu øll, sum leita til Fuglafjarðar í vikuskiftinum, vænta sær at fáa
nakað fyri pengarnar.
Atgongumerkini kosta 150 krónur, og tey fáast í forsølu á Kunningarstovuni í
Havn, Kiosk Vár í Saltangará, Shellstøðini í Gøtudali og hjá Haraldsen í
Fuglafirði.
Í samband við dansin leygarkvøldið, koyrir bussur úr Steinatúni í Havn, kl.
22.30 og av Strondum og Toftum um somu tíð.
Matstovan í Mentanarhúsinum verður opin frá kl. 18 bæði kvøldini og til ber at
bíleggja sær borð.
Tað er Fuglafjarða Hornorkestur, sum skipar fyri dansinum í Fuglafirði í kvøld
og annaðkvøld og peningurin, sum fellir teimum í lut, fer til nýggj ljóðføri.


Onnur tiltøk

Fram til ársskiftið, hevur Mentanarhúsið higartil sjey ymisk tiltøk á skránni.
2. november verður aftur dansur; tá fara All That Rain á pallin, og longu dagin
eftir, 3. november, fer Gríma at framføra nógv umrødda leikin, Ginu Søgur.
Vikuskiftið, 9. og 10. november, verður gospeltónleikur á skránni, og 16.
november verður tónleikakvøld.
Sjónleikur er aftur á skránni, 17. november, tá ið Klaksvíkar Sjónleikarafelag
fer at sýna leikin, Frankenstein.
23. november verður country konsert við Jens Lisberg og øðrum.
Eftir 23. november, verða trý jólaborðhald á skránni ? Ársins jólaborðhald, sum
tað eitur í lýsingini hjá Mentanarhúsinum.
Tað fyrsta verður 30. november, tað næsta, 7. desember, og tað triðja verður
so, 14. desember.
Skemtarin, Hilmar Jan Hansen, fer at undirhalda, og tað verður Flemming
Petersen Band, sum spælir til dansin.
Kostnaðurin fyri jólaborðið er 295 kr. og tey, sum ætla sær, mugu siga frá í
seinasta lagi, 20. november.
Alskyns matur verður at velja ímillum hjá teimum, sum fara til jólaborðið í
Mentanarhúsinum í Fuglafirði.