Nógv strangari at fáa kelidjór til Føroya

Nú verða treytirnar fyri at fáa kelidjór til Føroya, munandi herdar

Skjótt sleppa fólk ikki longur at innflyta hundar og kettur til Føroyar uttan at fáa eitt serligt loyvi til tað. Og skjótt verður tað eisini soleiðis, at tey, sum fara úr Føroyum at ferðast, og hava hundin ella kettuna við sær, sleppa tey ikki at hava hundin ella kettuna, við sær aftur til Føroya.

Tað stendur í eini nýggjari kunngerð, sum verður sett í gildi í næstum.

Vit hava ikki so nógvar djórasjúkur í Føroyum, sum tey hava nógva aðrastaðni. Nakrar av hesum sjúkum, vit ikki hava í Føroyum, kunnu smitta bæði djór og fólk, og aðrar sjúkur kunnu smitta fleiri djórasløg.

Samstundis er veruleikin, at tað er ikki altíð, at koppsetingar virka so væl sum ætlað, og djór kunnu saktans hava aðrar sjúkur enn tær, tey verða koppsett fyri. 

Og endamálið við nýggju kunngerðini er at forða fyri, at vit fáa fleiri djórasjúkur higar. 

Tey siga, at fleiri og fleiri kelidjór verða flutt til Føroya, samstundis sum at tað eru alsamt vanligari at fara úr Føroyum at ferðast við kelidjórum, og tá ið ferðin er av, koma tey so aftur til landið.

Sum er, ber til at ferðast til og úr Føroyum við einum djórapassi, men royndirnar hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru, at aloftast eru feilir í djórapassinum, tá djór verða innflutt til Føroya og tí er tað óálítandi.

Tí verður djórapass ikki longur góðtikið sum ein heilsuváttan. Tvørtur ímóti verða treytirnar nú, at tað verður tað ikki loyvt yvirhøvur at ferðast við hundum og kettum og at fáa tey við sær aftur til Føroya.

Og tann, sum annars ætlar at innlyta hund ella kettu, sum ikki hevur verið her áður, skal søkja Heilsufrøðiliga Starvsstovuna um loyvi til tað.

Í hesum sambandi verða lond flokkað, alt eftir, hvussu nógvar sjúkur eru í teimum, og serligar treytir eru fyri hvønn flokk av londum.

A-londini eru Norðurlond, Stóra Bretland og Írland, men ikki Grønland og Svaldbard.

B-londini eru ES-lond og EFTA-lond umframt Grønland og Svalbard og treytirnar fyri at fáa kelidjór úr hesum londum eru strangari enn fyri londini í A-bólkinum. Og úr restini av verðini ber bara til at fáa hundar og kettur til Føroya eftir heilt serligum reglum.

Samstundis verða serligar reglur settar í gildið fyri tænastuhundar av ymsum slagi, eitt nú politihundar, narkohundar, førarahundar til blind, og stuðulshundar, sum nøkur fólk, ið bera likamlig ella sálarlig brek, hava. Hetta eru hundar, ið kann veita  hjálp og stuðul í gerandisdegnum.

Eini ørindi, ið summi hava, tá ið tey fara uttanlands við hundum og kettum, er at tey skulu parast. Tá ið tað ikki longur verður loyvt, fer tað ístaðin at verða loyvt at innflyta gitnaðarevni til Føroya eftir loyvi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Harafturat skulu greiðari reglur setast fyri, hvørji sløg av hundum, sum tað ikki er loyvt at innflyta til Føroya undir nøkrum umstøðum. Talan er fyrst og fremst um kamphundar, tað eru hundar, sum eru aldir og vandir til at leypa á onnur djór, ella á fólk.