Nógv stendur upp á spæl í Fuglafirði

Manningarliga stendur so væl til, sum tað ber til, hjá ÍF og VB, sum bæði við sigri kunnu skapa sær rættuligan glotta í botnstríðnum

UPPTAKT
 
Tað eru tvey lið, sum hava knívin á barkanum, sum seinnapartin í morgin fara á vøllin í Fuglafirði.
                      Felags fyri tey er, at úrtøkan nógvu tey seinastu umførini ikki hevur verið nakað serlig. Tað ber við sær, at báðir partar stríðast fyri at sleppa undan aftastu plássunum. Og tað kann væl fara at vísa seg, at ein møguligur vinnari í Fuglafirði í morgin fer at fáa ein orduligan lætta. Hesi bæði liðini kappast við TB og KÍ fyri at sleppa undan aftastu sessunum, og tað er kanska ikki serliga sannlíkt, at hesi bæði, sum skulu spæla á heimavølli móti ávikavíst B36 og Skála, fara at fáa so nógv burturúr. Í hvussu so er ikki, um roknað verður út frá støðutalvuni.
                      Hjá ÍF var talan um stórt vónbrot, tá ið teir fyri tveimum vikum síðani í evstu løtu mistu eitt stig á Skála. Fuglfirðingar hava ikki givið skarvin yvir. Teir hava ikki havt spælarar burturfrá í landsliðsørindum, og teir siga seg næstan vera so væl fyri við fólki, sum tað ber til. Í hvussu so er hava teir ikki verið manningarliga so væl fyri leingi, sum teir nú tykjast at vera.
                      Einasti, sum ikki er tøkur, er Gunnar Nielsen. Tað ber honum ikki til at venja við fullari ferð. Hann vitjar støðugt hjá fysioterapeuti, men tað hevur víst seg at ganga illa at sleppa av við búkskaðan.
                      - Lagið hevur verið gott undir venjingunum, og vit eru greiðir yvir, at talan móti VB verður um rættuliga lyklauppgerð. Vónandi fer hetta at síggjast aftur í avrikinum á vøllinum, verður sagt úr Fuglafirði.
                      Stigatalvan boðar frá, at støðan í Vági ikki er nakað serlig. VB hevur fingið eitt stig í fýra teimum seinastu royndunum. Málmunurin í hesum dystunum er 3-13!
                      Vágbingar plaga ofta at standa seg væl í Eysturoy. Síðsta dømið um hetta var, tá ið teir fyri trimum vikum síðani megnaðu 1-1 í Gøtu. Fyrr í ár hava teir vunnið á Skála.
                      Í Vági hevur verið soltið við fólki seinnapartin av árinum. Positiva søgan úr Vági er, at allir eru tøkir. Eingin er leikbannaður, og eingin er skaddur.