Ætlanin er at hava nógv tiltøk á skránni sjálvan upplatingardagin 29. apríl. Men bæði undan og aftaná verða fleiri tiltøk sum fara at seta veruligt fokus á býin og tað hann hevur at bjóða innan allar mentanargreinir.
Til tess at samskipa alt hetta eru settir tveir samskiparar Steintór Rasmussen og Dávur Winther og kunnu teir longu nú boða frá teimum fyrstu spennandi tiltøkunum á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.
Einki kann tó takast frá sjálvum hátíðarhaldinum, tá koyrandi verður á fyrsta sinni undir Leirvíksfjørð. Her eru nógv ting longu komin á skránna.
Hesa løtuna verða bæði tónleikur, kórsangur, røður og snóraklipping. Røðarar verða stjórin í Norðoyartunlinum, Dávur Reinert Hansen; løgmaður Jóannes Eidesgaard; borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen; landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Bjarni Djurholm og nevndarformaðurin í Norðoyatunlinum Bergur í Garði.
Tónleikur verður eisini á skránni. Millum annað fer serstaka Tunnilskórið undir leiðslu av Meinhardi Bjartalíð at syngja. Klaksvíkar Hornorkestur fer at spæla, m.a. Tunnils-Marsjin eftir Goff Richards.
Aftaná hetta fer vinnumálaráðharrin at klippa tann gylta snórin, og so verður koyrandi millum Klaksvík og Leirvík og øvugt.










